Jógvan Sofus Vilhelmsen stillar upp fyri Sambandsflokkin

24. september 2016


Nýtt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin


MYNDATEKSTUR:  Jógvan Sofus Vilhelmsen er eisini ítróttarmaður og hevur m.a. luttikið í Boston í USA til HM í inniróðri og var í ár í Danmark har hann kappaðist um DM í inni rógving 

 

Frá Norðoya Sambandsfelag: Jógvan Sofus Vilhelmsen, er 37 ára gamal, starvast sum útróðrarmaður og býr í Ánunum. Sjálvur sigur hann, at hann dámar at fáa tingini gjørd liðug og tí bjóðar hann seg fram til býráðið.

 

- Alt ov ofta er fokus einans á at fáa stórar verkætlanir av bakkastokki, og ov lítið verður hugsað um at gera tingini liðug.

 

- Tí fari eg at seta fokus á at fáa býin ruddiligan og vakran. Serliga hugsi eg um útkantin av býnum, sum eg haldi alt ov ofta verður forsømdur. Her hugsið eg eisini um báthylin á Borðoyavík og økið kring Norðhavnina. Eg haldi at vit áttu at gjørt eina gongubreyt úr Norðhavnini og inn í miðbýin. Tað koma sera nógv ferðafólkaskip og russisk skip til Norðhavnina. Harafturat eru tað mong, sum fara gongu- ella rennitúrar eftir tunnilsvegnum, og tað er ikki vandaleyst.

 

- Eg fari at arbeiða miðvíst fyri at vit fáa eitt torg í Klaksvík har góðar umstøður verða at selja føroyskar vørur úr havinum og frá slaktinum.


RN


Back