Bleytu virðini raðfestast

17. oktober 2016



Komandi árini skulu bleytu virðini raðfestast í Tórshavnar kommunu

Verandi býráð hevur framt týðandi betringar fyri havnaborgarar, og kommunan er  framvegis fíggjarliga væl fyri. Brúgvin um Sandá, trappan og økið í miðbýnum ber boð um virknar nevndir, sum eru við til at fremja trivnaðin í høvuðstaðnum.

 

Men nú skulu bleytu virðini aftur á breddan. Ikki eru tey eins sjónlig sum aðrar íløgur, men hava tó helst størri ávirkan á gerandisdagin hjá einstaka borgaranum.

 

Eldra ættarliðið raðfestast

Áhaldandi ábreiðslur frá avvarðandi skulu takast í álvara, og eldraøkið má tí raðfestast við hægri normering, bæði á ellis- og røktarheimum eins og innan heimarøktina, so fleiri starvsfólk kunnu vera um tilkomnar borgarar við tørvi á røkt. Bíðilistin til ellis- og røktarheim skal eisini burtur.

 

Vit eru onkursvegna noydd at ásanna, at samfelagið í dag er er skipað soleiðis, at í flestu familjum eru tey vaksnu á arbeiðsmarknaðinum, og hava tí avmarkaðan møguleika at átaka sær røkt av eldri húsfólki í dagtímunum.

 

Somuleiðis mugu vit tryggja, at hjúnarfelagar, har annar gerst røktarsjúklingur, ikki verður fluttur burtur frá makanum, men fáa virðiligar umstøður á ellisárum.

 

Eldrabústaðir við felags nærumhvørvi

Fyri eldri borgarar sum eru væl fyri, men sita einsamøll í størri sethúsum, eru ongir møguleikar at flyta í vinarligari umhvørvi, tí ongir bústaðarmøguleikar eru, sum taka hædd fyri viðurskiftum sum fylgja við aldurdómi.

 

Uttanlands er ikki óvanligt við bústøðum til eldri ættarlið, sum hava egna inngongd og urtagarð, og harvið tryggja privatu mørkini, men eisini felags umstøður til sosialt virksemi og máltíðir.

 

At njóta aldurdómin og gerandisdagin í umhvørvi har til ber at vera bæði sín egin og sosialur má verða lívsgóðska hjá mongum, sum sita einsamøll stóran part av degnum. Hendan møguleikan eiga vit tí eisini at kunna veita.

 

Eldra ættarliðið hevur ment samfelagið til tað vit onnur njóta gott av í dag, og vit hava tí skyldu at fara virðiliga um hesar borgarar.

 

Atlit til búskapin

Tó Tórshavnar kommuna er fíggjarliga væl fyri, er uttan iva týdningarmikið at hava í geyma metingina frá búskaparfrøðingum um, at ov nógv byggjarí ikki má fremjast í landinum samstundis, bæði fyri at tálma prísi og varðveita dygdina. Tí má neyv raðfesting til, - eisini í kommunalpolitikki, sum skal tryggja, at endamál við bygging komandi árini í hvussu er skal verða til frama fyri bleytu virðini. So má annað bíða.

 

Kommunuval verður tann 8. november.

 

Valið er títt.

 

Katrin Joensen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back