Kassin hjá Bústøðum er tómur

18. oktober 2016



Eg føli meg lumpaðan av Bústøðum. Tórshavnar kommuna lat Bústøðum grundøkið Yviri við Strond fyri lítið og lætt, tí nú skuldi Bústaðir byggja bíligar íbúðir. Fólk við lágari inntøku, fólkapensjónistar, einligir forsyrgjarar o.o., skuldu eisini hava møguleikan at fáa ein tryggan bústað, fyri sámiligan penga. Kommunan vildi sjálvandi gera sítt til, at hetta slagið av almennum byggjaríi kundi lata seg gera.

 

Men Bústaðir byggja ístaðin marglætisíbúðir á grundøkjum, har bert tey vælbjargaðu hava ráð at búgva. Marsanna og Palliba hava ikki fíggjarliga orku at gjalda fyri slíkar íbúðir.

 

So jú, eg føli meg lumpaðan, hetta er ikki tað, ið Tórshavnar kommuna ætlaði. Men hetta er heldur ikki tað, ið ætlanin var við Bústøðum. Í reglugerðini fyri grunnin stendur, at Bústaðir skulu fylgja bústaðarpolitikkinum, sum Almannamálaráðið hevur orðað í 2012:

 

Endamálið við Bústaðapolitikki Landsins er, at flest øll skulu vera sjálvhjálpin og við sínari inntøku sjálvi fáa til vega egnan bústað. Neyðugt er, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so fólk – uttan mun til, hvar tey eru í lívinum – fáa nøktandi heim í mun til teirra tørv. Góðir bústaðir eru ein grundleggjandi súla í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi.”

 

Eg haldi, at við verandi íløgum og bústaðarverkætlanum í ger, so livir grunnurin ikki upp til hesar endamálsorðingar í Bústaðarpolitikki Landsins.

 

Mín áheitan á Bústaðir er: “Seljið marglætisíbúðirnar Yviri við Strond til hægst bjóðandi og byggið bíligari íbúðir, har fólk við lágum inntøkum hava ráð at leiga.”

 

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum eigur at traðka í karakter og fáa skil á raðfestingina hjá Bústøðum, so Bústaðir aftur beinast á rætta kós.

 

Bústaðir eru frítiknir fyri MVG og álíkavæl klára teir ikki at byggja bíligt, sum teir lovaðu føroyingum. Tíðin er komin, at Bústaðir verða settir undir umsiting.

 

Heilhjartaður arbeiðsinnsatsur

Um eg verði valdur í Tórshavnar býráð, so ætli eg mær framhaldandi at fara heilhjartaður til verka at loysa politisku arbeiðsuppgávurnar í kommununi, eins og eg havi gjørt higartil.

 

Eg havi sum býráðspolitikari í Tórshavnar kommunu víst ein politiskan eldhuga og samstarvsvilja fyri at fremja mál og skapa úrslit, sum kunnu tæna okkara borgarum, t.e. børnum, ungum, vaksnum og eldri, umframt at skapa hóskandi vinnukarmar.

 

Tað ræður um at velja rætt 8. november.

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back