Ingi Mittún stillar upp fyri Sambandsflokkin

18. oktober 2016


Enn eitt kent andlit stillar upp fyri Sambandsflokkin


Ingi Mittún stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Ingi Mittún er 49 ár, útbúgvin búðskaparfrøðingur og starvast sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari  á Landssjúkrahúsinum.


Hann er havnarmaður við stórum H og ynskir ein blómandi bý.


Ingi fer at arbeiða fyri at:

 

- fáa skil á fólkaskúlaøkið. Skúlin á Fløtum skal raðfestast beinanvegin, so vit fáa veitt skúlabørnum og familjum teirra ein fornuftigan logistik

 

- svimjing skal raðfestast í undirvísingini í fólkaskúlanum, eisini í teimum skúlunum, har eingin svimjihøll er

 

- fáa skil á fíggjarøkið hjá kommununi - alt skal á borðið

 

- fáa gagnnýtt økta ferðafólkatalið! Hotelkapasiteturin í kommununi má tvífaldast komandi 4 árini

 

- fáa ferðavinnuna at vera aktiva alt árið - stuttligari at vera havnarborgari, tí tað skapar munandi størri møguleikar fyri øktum tilboðum í býnum

 

- fáa avgreitt parkeringstrupulleikan og veita ein parkeringstunnil frá miðbýnum niðan til Tórsbreyt við pláss til 600 bilar


RN


Back