Hey babba - hví eru ongar plakatir av tær?

25. oktober 2016


Kommunala valstríðið er í hæddini og plakatirnar eru aftur hesaferð nógvar, stórar og áleypandi – navnið á flokkinum sæst so at siga ikki longur á plakatunum. Spurningurin er eftir hondini, hvør er í miðdeplinum - borgarin ella valevnið?


”Hey babba - hví eru ongar plakatir av tær?” Soleiðis segði sonurin við meg herfyri, tá hann hann hevði sæð allar plakatirnar av valevnunum her í Tórshavn.

 

Eg svaraði: ”Tí babba hevur sæð myndir av sær sjálvum so ofta og í so nógv ár, at babba er eitt sindur troyttur av at síggja myndir av sær sjálvum, hangandi á onkrum veggi ella onkrum pela. Og so heldur babba, at tey nýggju valevnini skulu fáa pláss og møguleika at gerast kend.”
 

Segði honum víðari: ”Kanska babba fer at verða á onkrari plakat saman við hinum valevnunum, sum bjóða seg fram.”
 

Eg haldi, at tað er týdningarmikið ikki at gloyma, at politikkur í veruleiknum snýr seg um at vera til staðar millum fólk og vita, hvat rørir seg.

 

Bara á henda hátt kann ein gera mun í politikki.

 

Tað ræður um at velja rætt 8. november.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back