Tórshavnar Musikkskúli – enn einaferð

25. oktober 2016



Er tað rímiligt, at borgarir í Tórshavnar kommunu skulu bíða meiri enn 8 ár eftir einum nýggjum Musikkskúla.

 

Til býráðsvalið í 2008 lovaðu valevnini, at innan tað skeiðið varð runnið skuldi ein musikkskúlabygningur standa klárur at taka í nýtslu. Tað sama gjørdi seg galdandi til næsta val, ið var í 2012, valevnini lovaðu enn einaferð, at nú skuldi tað verða.

 

Tað, sum er hent í hesum málinum er, at skattgjaldarin hevur goldið eina rúgvu av pengum til projektering. Fyrst skuldi skúlin verða bygdur í sortudýki, fyri síðani at verða fluttur út á Landavegin, har skuldi bygningurin so tillagast til økið har.

 

Men nei, enn einaferð skuldi bygningurin flytast, hesaferð oman á Skálatrøð, og nú kundi verandi tekningar ikki brúkast, og nýggjar tekningar teknast. Alt hetta kostar, og hesaferð varð Tjóðpallur Føroya og ein parkeringskjallari við í projekteringini. Alt ljóðaði sera lovandi, nú skuldi alt teknast av nýggjum, orkesturhøllin gerast størri, og enn tá skuldi undirvísingarrúmini gerast í einari meira hóskandi stødd.

 

Men enn einaferð skuldi Musikkskúlin flytast, og var tað út aftur við Landavegin. Gomlu tekningarnar blivu tiknar fram aftur og avstøvaðar. Nú skuldi tað verða, forkvinnan í Mentanarnevndini lovaði í apríl 2014, at í oktober 2016 skuldi Musikkskúlin standa klárur at taka í nýtslu.

 

Vit hava nú í oktober 2016 enn ongan musikkskúlabygning úti við Landavegin. Nú um dagarnar kom loksins útbjóðingartilfarið út, men langt er frá útbjóðingartilfari til sáttmálaundirskrift.

 

Musikkskúlin skal byggjast, og skal tað verða í hesum valskeiðnum.

 

Nú er nokk bíðað.

 

Gott val.

 

Jens Knudsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back