Eitt fet á rættari leið

30. oktober 2016



So far, so good

Týsdagin 1. november, Alla halgannadag, yvirtekur danska Bygningsstyrelsen ognina Bank Nordik í Húsagøtu frá Tórshavnar byráð pluss eitt hampuliga stórt øki aftrat beint norðanfyri fyri tilsamans 41,5 mió. krónur. Harav eru tær 40 mió. krónurnar sølan av sjálvum bygninginum.

 

Treytin hjá dønum var, at keyptu teir ognina, vildu teir eisini hava møguleikan at byggja út.

 

Eitt fet á rættari leið, at ognirnar nú eru seldar. Tær skulu brúkast til Politistøð.

 

So far, so good.

 

Viljin vantar

Í hesum døgum verður seinasta hond løgd á fíggjarætlan kommununar fyri komandi ár. Hon hevur verið til 1. viðgerð og skal verða landsstýrinum í hendi í seinasta lagið 1. december 2016. Áðrenn tað, skal hon sambært lóg til 2. viðgerð, og tað verður um einar 14 dagar.

 

Við søluni av Bank Nordik-ognini og grannaognini skuldi verið møguleiki hjá býráðnum at latið peningin farið til eldraøkið, um nakar vilji er til staðar.

 

Men tað verður neyvan.

 

Giti, at umberingin verður, at skotbráið er ov stutt, tí málið fyrst skal viðgerast í hesari og hasari nevndini o.s.fr.

 

Miss ikki mótið

Við at klikkja meg inn á fíggjarætlanina á heimasíðuni hjá Tórshavnar býráð sunnumorgunin 30. okt. 16, kom hesin tekstur fram:

 

Ein trupulleiki er íkomin.

Gjørligt var ikki at vísa elementið.

Trupulleikin er skrásettur. Vinarliga royn aftur seinni”.

 

Hetta var sum at ringja til eina telefon við automatsvarara.

 

Við øðrum orðum: Einki innlit hjá borgarum at fylgja við fíggjarætlanini, sum hevur verið ti 1. viðgerð.

 

Sera óheppið, tá tað snýr seg um komandi fíggjarætlan hjá Føroya størstu kommunu.

 

Kanska orsøkin er, at býráðið hóast alt roynir at lata eldraøkinum tær 41,4 mió. krónurnar og finna pláss fyri hesum á fíggjarætlanini.

 

Vit gomlu hava væl loyvi at hugsa positivt og ikki missa mótið, ikki sannheit?

 

Beate L. Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back