Tað er her, eg vil liva

2. november 2016



Tað er her, eg vil liva, virka og leiða býin fram á leið. Tí tað skal eisini vera gott at búgva her í 2025. Ja, eg vil siga, at hetta skal vera besta stað at búgva.

 

Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Fortreytin er, at vit brúka fíggjarligt vit og skil og ikki seta allar verkætlanir í gongd í senn. Vit kunnu ikki bara hugsa eitt ár ella eitt valskeið fram.

 

Til hetta krevjast politikarar við førleika og dirvi at raðfesta. Erligir politikarar, ið tora at siga, at búskapurin í kommununi er grundarlagið undir vælferð og trivnaði hjá hvørjum einstøkum borgara, og hann má ikki setast yvir stýr.

 

Vit eru ein sterk kommuna, men neyðugt er, at vit lyfta í felag, so at tey, ið ikki megna dagin, eisini koma við. Vit skulu fjálga um, har aldurdómurin hevur sett síni spor, og arbeiðshondin slepti. Sum kommuna skulu vit tryggja, at okkara eldhugaðu fólk í eldrarøkt og heimatænastu fáa bestu karmar at virka undir.

 

Eg havi royndirnar og førleikarnar, tí eri eg tað trygga valið.

 

Annfinn Brekkstein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back