Vit skulu skapa virðiligar karmar um eldraøkið

6. november 2016



Tað er sum um, at tað ikki er gingið upp fyri verandi býráði, at kommunan hevur yvirtikið eldarøkið og hvat tað í veruleikanum inniber.

 

Eg fái ilt fyri hjartað, tá eg hoyri politikarar úttala seg um, at eldraøkið er "for dýrt" - uttan samstundis at siga, hvat teir meina við.

 

Kunnu vit loyva okkum at bjóða teimum, sum hava ruddað slóð fyri okkum, sum búgva í samfelagnum í dag, annað enn virðilig kor nú tey eru komin út á livsins heyst?
 

Hetta nýggja virkisøkið hjá kommununi skal skipast á best møguligan hátt, og so skal peningurin, sum tað kostar annars bara setast av á fíggjarætlanini - og ikki vigast upp í móti trappum, vegum og fundarborðum.

 

Tørvurin á sambýlum, íbúðum og stovnum, til tey eldru er skiftandi, og broytist alla tíðina. Støðan beint nú er ein løtumynd, men vit vita øll, at tá talan er um okkara eldru, so kann skjótt henda, at førleiki teirra broytist.

 

Vit kunnu ikki loyva okkum at hugsa í "standardloysnum", men heldur er sera umráðandi, at tilboðini til okkara eldru eru fjølbroytt og smidlig.

 

At eldraøkið fer at fylla nógv á fíggjarætlanini má kommunalpolitiska skipanin sláa seg til tols við - og ikki síggja hetta, sum nakað ein kann vinda pening burturúr.

 

Uttan tær eldsálir, sum starvast innan hetta eldraøkið, lá alt í skelja sori. Teimum skal verða unt, at hava skipaðir og tryggar karmar um starv sítt, sum eru settir við viti og skili - og ikki "adopteraðir" úr onkrari útlendskari standardskipan.

 

Eg fari at arbeiða hart fyri, at karmarnir um eldaraøkið verða fjølbroyttir, smidligir, so vit kunnu bjóða teimum eldru í Tórshavnar Kommunu eina virðiliga tilveru.

 

Heini Fosaa

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back