Føroyski laksurin - rognframleiðsla og kynbótaarbeiði

7. november 2016


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sent ein skrivligan fyrispurning til Poul Michelsen, landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum um tann føroyska laksin


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sent ein skrivligan fyrispurning (eftir § 52a) til Poul Michelsen, landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum um tann føroyska laksin, herundir um rognframleiðslu og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni.

 

Magnus Rasmussen heitir á landsstýrismannin um at greiða nærri frá:

 

1. Hvønn týdning hevur rognframleiðsla og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni?

2. Hvør  er ætlanin hjá landsstýrismanninum við tí føroyska laksinum - lívfiskinum?

3. Á hvønn hátt fer landsstýrismaðurin at fremja ætlanina - hvussu verður ætlanin skipað?

4. Nær fer landsstýrismaðurin at fremja ætlanina - ein arbeiðs- og tíðarætlan?

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, at málið um føroyska laksin - lívfiskin - hevur veruliga tikið seg upp aftur seinastu tíðina.

 

Spurningurin um at taka upp aftur rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði, sum er grundað á føroyska laksastammuna er aftur settur á breddan.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini givið hesum máli stóran ans og hevur boðað frá, at ein góð loysn skal fáast á hesum týdningarmikla máli. Sum eg havi skilt tað, so ynskir landsstýris­maðurin at bera so í bandi, at rognaframleiðsla og kynbótaarbeiði við føroysku laksa­stammuni verður tikið upp aftur.

 

Støðan í dag er, at nakrir túsund av teimum seinastu laksunum av føroysku laksastammuni svimja í tveimum aliringum á Skálafjørðinum.

 

Magnus Rasmussen heldur, at landsstýrismaðurin hevur eitt stutt skotbrá at leggja eina ætlan og finna eina loysn í hesum málinum, tí laksarnir á Skálafjørðinum verða slaktaðir longu einaferð í 2017.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back