Hvat hendir við Demensætlanini?

6. desember 2016


Ongin peningur er longur oyramerktur til Demensætlanina, so hvussu tryggjar landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, neyðuga játtan til demensøkið


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur til tingfundin, mikudagin 7. desember 2016, sett fylgjandi munnliga fyrispurning til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg:

 

1. Hvør er orsøkin, at eingin peningur er oyramerktur til Demensætlanina í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017?

2. Hvussu fer hendan avgerð at ávirka verksetanina av Demensætlanini?

3. Hvussu og nær ætlar landsstýriskvinnan veruliga at seta gongd á at fremja Demensætlanina?

4. Hevur landsstýriskvinnan gjørt eina langtíðarætlan fyri Demensøkið í Føroyum?

 

Viðmerkingar

 

Í samtyktu fíggjarlógini fyri 2016 vóru oyramerktar 250 t.kr. til Demensætlanina, meðan tað í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2017 ikki er oyramerktur peningur til Demensætlanina. Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 stendur, at játtanin er flutt til høvuðskonto 11.20.3.04 (Landssjúkrahúsið).

 

Í svari  - í september í ár - til skrivligan fyrispurning frá Anniku Olsen, tingkvinnu, sigur landsstýriskvinnan Sirið Stenberg, at fremsta raðfesting er at seta demenssamskiparar í Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum. Hetta er í tráð við tilmæli nr. 1 í Demensætlanini fyri Føroyar frá 2015.

 

Nú eingin peningur er oyramerktur til Demensætlanina, so er áhugavert at fáa at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu hon kann tryggja, at demensøkið fær ta játtan, sum tað hevur fyri neyðini. Eitt er heilt víst og tað er, at verður ikki eitt veruligt tak tikið á hesum økinum við m.a. øktari játtan, so fær Demensætlanin eitt skot fyri bógvin, sum kemur at fáa álvarsligar fylgjur fyri tann rakta og alla familjuna.

 

Á Føroya Løgtingi, 7. desember 2016

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back