Orkuráðstevna - Frá olju til vind

13. mars 2017


Sambandsflokkurin skipar fyri ráðstevnu um grøna orku undir heitinum “Frá olju til vind”. Á ráðstevnuni fara fólk við hollum kunnleika um orkutøkni og orkupolitikk at halda framløgur og røða um, hvørjir møguleikar vit hava í Føroyum fyri skjótari og lættari at innføra vindorku


Orkuráðstevnan verður, fríggjadagin tann 7. apríl 2017, í Tórshavn - á Østrøm, kl. 09.30-15.30.

Bjóðaður verður frokostur, kl. 12.15-13.00.

 

Ráðstevnan er ókeypis og fólk nýtast ikki at tekna seg.

 

Talan er um eina fakliga og politiska ráðstevnu, hvørs endamál er at varpa ljós á, hvørjar avbjóðingar vit hava í Føroyum á orkuøkinum og hvørjar møguligar loysnir eru fyri skjótari og lættari at innføra munandi meira vindorku á elkervið.

 

Skráin verður býtt í tríggjar partar:

 

- Fyrsti partur snýr seg um, hvørjar avbjóðingar vit hava at innføra vindorku í orkuskipanina, serliga í einari lítlari orkuskipan sum tí føroysku

 

- Annar partur snýr seg um, hvørjar møguligar tøkniligar loysnir eru tøkar í Føroyum

 

- Triðji partur snýr seg um tiltøk, sum skulu til fyri at veruleikagera eina munandi útbygging av framleiðsluni av vindorku í Føroyum

 

Meira kunning við útgreinaðari skrá verður send út seinni.

 

Les meira: Spennandi skrá fyri orkuráðstevnuna - Frá olju til vind

Les meira: Danski orkumálaráðharrin á orkuráðstevnu í Føroyum

Les meira: Magni Laksáfoss greiðir frá um orkuráðstevnuna

Les meira: Altjóða serfrøðingur á orkuráðstevnu í Føroyum

 


RN


Back