Spennandi skrá fyri orkuráðstevnuna - Frá olju til vind

31. mars 2017


Á orkuráðstevnuni, sum Sambandsflokkurin skipar fyri tann 7. apríl, á Østrøm, verða tvey høvuðsevni tikin upp. Tað fyrsta er, hvussu vit fáa framleitt meira vindorku og tað næsta er, hvussu vit liberalisera elmarknaðin


 

Fyrsta høvuðsevnið snýr seg um tær stóru avbjóðingarnar og serligu tøkniligu loysnirnar, sum skulu til, fyri at framleiða nógva vindorku inn á eitt lítið el-net sum tað føroyska.

 

Hetta evnið verður viðgjørt av:

 

- Peter Jørgensen, frá Energinet.dk, sum fer at røða um innførslu av vindorku í Danmark og ES

- Vilhjálmur Nielsen, orkuserfrøðingur, sum fer at viðgera serligu føroysku avbjóðingar at innføra vindorku í Føroyum

- Terji Nielsen, frá SEV, fer at greiða frá "Grønu kósini"

- Hendrik Egholm og Finn Jacobsen, frá Magn, hvussu langt eru vit komin við at innføra varandi orku og hvørji stig eru neyðug

- Jóhan í Niðristovu, frá Røkt, sum fer at tosa um goymslu av varandi orku við Pumped-Storage

- Thormann Kruse, frá VITorka, fer at viðgera vindorku til upphiting og termiskar goymslur

 

Næsta høvuðsevnið snýr seg um, hvussu vit liberalisera el-marknaðin við einari marknaðargrundaðari skipan, sum tryggjar vinnuliga drívmegi, nýskapan og lágar prísir.

 

Hetta evnið verður viðgjørt av:

 

- Lars Christian Lilleholt, danski orkuráðharrin, sum fer at røða um orkupolitikk í Danmark og ES

- Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at greiða frá orkupolitikki landsstýrisins

- Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, fer at greiða frá orkupolitikki Sambandsfloksins

 

Ráðstevnan endar við einum panelkjaki um, hvussu vit náa politiska málsetninginum um grøna orku og hvussu vit skipa ein orkumarknað.

 

Orkuráðstevnan verður, fríggjadagin tann 7. apríl 2017, í Tórshavn - á Østrøm, kl. 09.30-15.30.

 

Bjóðaður verður frokostur, kl. 12.15-13.00.

 

Ráðstevnan er ókeypis og fólk nýtast ikki at tekna seg.

 

Les meira: Skrá fyri orkuráðstevnu

Les meira: Danski orkumálaráðharrin á orkuráðstevnu í Føroyum

Les meira: Magni Laksáfoss greiðir frá um orkuráðstevnuna

Les meira: Altjóða serfrøðingur á orkuráðstevnu í Føroyum

Les meira: Orkuráðstevna - Frá olju til vind

 

                      


RN


Back