Magnus Rasmussen spyr Poul Michelsen um Norðurlandaráðið

18. januar 2018


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvørjir fyrimuni, vansar og avbjóðingar eru við verandi limaskapi í Norðurlandaráðnum?

2. Hvat kostar limaskapur okkara í Norðurlandaráðnum um árið, alt íroknað.

3. Hvørjir fyrimuni, vansar og avbjóðingar eru við fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum?

4. Hvat kemur fullur limaskapur at kosta føroyska samfelagnum um árið, alt íroknað?

5. Er møguleiki at fáa fullan limaskap, annaðhvørt í Norðurlandaráðnum ella Ráðharraráðnum, uttan at hava fullan limaskap í báðum?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at hann er væl vitandi um, at allir flokkar á Tingi hava samtykt, at Føroyar søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

 

Norðurlandaráðið kann býtast í tveir partar. Í sjálvum Norðurlandaráðnum eru tinglimir úr Norðurlondum, og í Ráðharraráðnum eru ráðharrar/landsstýrismenn úr Norðurlondum. Í roynd og veru er Ráðharraráðið ikki eitt ráð, men tað virkar sum sjálvstøðugar eindir fyri hvørt málsøki sær.

 

Tá talan er um trupulleikar, ið standast av, at Føroyar ikki hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, so er tað serliga í Ráðharraráðnum, at tað ger seg galdandi. Í tí parlamentariska partinum merkja føroysku umboðini als ikki, at Føroyar ikki hava fullan limaskap. Tey hava fullan talurætt, atkvøðurætt og kunnu verða vald í allar sessir í ráðnum.

 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í Ráðharraráðnum er øðrvísi. Har sleppa føroysku umboðini als ikki við á nakrar av týðandi fundunum. Tí verður millum annað spurt, um tað er ein møguleiki at fáa fullan limaskap bara í Norðurlandaráðnum og ikki í Ráðharraráðnum, ella øvugt.

 

Tað, sum ikki hevur verið so nógv røtt um er, hvørjir fyrimunir, vansar og avbjóðingar ein fullur limaskapur vil geva føroyska samfelagnum. Eisini verður áhugavert at fáa nærri at vita, hvørjir fyrimunir, vansar og avbjóðingar vit hava við verandi limaskapi í Norðurlandaráðnum.

 

Fyri at fáa lýst málið um støðu okkara í Norðurlandaráðnum í dag, og við atliti at ynski hjá einum samdum Løgtingi, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í Uttanríkis- og vinnumálum.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back