Nú má Javnaðarflokkurin vakna!

29. januar 2018


Formaður Javnaðarfloksins, ið eisini er løgmaður, má traðka í karakter, nú fullveldisaktørar seta landsins virðir upp á spæl


Nú stendur greitt fyri teim flestu, at høvuðsætlanin hjá “elituni” í samgonguni er at skapa konfrontatión í ríkinum, nú tann sokallaða “stjórnarskipanin” skal sendast til fólkaatkvøðu.

 

Hetta er fyrsta stigið til at taka Føroyar úr ríkinum, og tað rópar til himmals, at Tjóðveldi nevnir sonevndu “stjórnarskipanina” fyri “evstu lóg”. Eftir teirra tykki skal hon standa oman fyri Grundlógina.

 

Vónandi vaknar Javnaðarflokkurin, tekur ábyrgd og steðgar leysu kanónunum, ið uttan heimild frá løgtinginum taka uttanríkispolitisk stig og skapa øsing á altjóða pallinum.

 

Í grundini verður eitt slag av privatum uttanríkispolitikki rikin, og tað er groft brot á ásetingar Løgtingsins, tí tað er uttanlandsnevndin, ið gevur heimildir á hesum øki.

 

Síðani samgongan tók við tann 14. september 2015, hava vit áhaldandi verið vitni til, at politikkarar hjá samgonguni royna at uppfinna trupulleikar í Ríkisfelagsskapinum. Higartil hevur hetta ikki eydnast serliga væl, tí danskir politikkarar hava langt síðani tikið støðu til, at stríðið um at loysa Føroyar úr ríkinum skal takast í Føroyum.

 

Tað eru føroyingar – og eingin annar – ið avgerða hetta mál, og hetta fráboðaði danska stjórnin ST í 2006. Sjálvsavgerðarrætturin er altso fráboðaður ST.

 

Útflutningsvirði í stórum vanda

At Føroyar gera sínar egnu handilsavtalur er til stórt gagn fyri vinnuna, og hevur hetta seinastu árini givið stórt meirvirði til pelagisku vinnuna, og ikki minst hevur alivinnan fingið nógv burturúr hesum avtalum. Eisini traditionella fiskivinnan hevur havt gagn av okkara handilsavtalum.

 

Avtalur skulu røkjast, og altjóða politikkur er ein partur av hesum. Tí er tað sera umráðandi, at vit ikki leggja okkum sjálvum forðingar úti í heimi, ið kunnu ávirka framtíðar samstarv. Vit hava við góðum snildum og semjusøkjandi framferðarhátti megnað at skapt góð handilssambond runt um í heiminum. Har ið onnur lond hava boykott, hava vit framgongd.

 

Í tráðanini eftir, at skapa øsing – ein samanbrest – í Ríkinum, verður hetta nú gloymt burtur.

 

Um sjóneykan nú verður vend ímóti okkum, fyri okkara framferðarhátt í altjóða politikki, kann hetta fáa álvarsamar avleiðingar fyri okkara útflutningsvinnu.

 

Lat okkum heldur standa saman um tey góðu viðurskiftini vit hava, bæði í sjálvum Ríkisfelagsskapinum og røkja tey góðu handilssambondini, vit hava uppbygt gjøgnum øldir.

 

Løgmaður má traðka í karakter

Løgmaður hevur evstu ábyrgd av, at landsins virði verða tryggjað og umsitin á besta hátt til gagns fyri land og fólk.

 

Hetta, sum nú gongur fyri seg, førir í besta føri, beint ímóti hesum, og tí er umráðandi, at hetta landsskaðiliga virksemið heldur uppat.

 

Løgmaður eigur alt fyri eitt at gera upp við seg sjálvan, um hetta, ið gongur fyri seg, setir landsins virðir upp á spæl, ella um hetta landsskaðiliga virksemið er í tráð við ætlaninar hjá samgonguni.

 

Er tað ikki tað, so eigur løgmaður at steðga hesum alt fyri eitt.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back