Magnus Rasmussen spyr um kommunulæknaskipan og kommunulæknaviðtaluhøli

6. februar 2018


Magnus Rasmussen fer á tingfundinum mikudagin 7. februar at seta ein munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum


Viðvíkjandi kommunulæknaskipan og  kommunulæknaviðtaluhølum:

 

1. Nær er avgerð tikin, og hvør hevur tikið avgerðina um, at landið yvirtekur skyldurnar hjá kommununum at útvega og reka kommunulæknaviðtaluhølini?

 

2. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at loysa tann fíggjarliga partin mótvegis teim kommunum, sum hava gjørt og gera íløgur í kommunulæknaviðtaluhøli?

 

3. Hvussu nógv kemur hendan broytingin væntandi at kosta landskassanum?

 

4. Hvat siga kommunurnar til hesa ætlaðu broyting?

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at í desember 2010 var álit lagt fram um nýggja kommunulæknaskipan.

 

Arbeiðið at orða álitið um at nútímansgera kommunulæknaskipanina var skipað í einum arbeiðsbólki og einum stýrisbólki, sum báðir vóru mannaðir við umboðum fyri Kommunulæknafelag Føroya og Heilsumálaráðið.

 

Í álitinum eru 22 tilmæli, sum kunnu setast í hesar bólkar:

 

- Uppgáva og starvsfólkaorka

- Frá læknadømum til heilsuøkir

- Bygnaður og ábyrgdarbýtið

- Løn og samsýning.

 

Í brotinum um bygnað og ábyrgdarbýti stendur m.a.:

 

Fyri at fáa ein einfaldan og smidligan bygnað verður mælt til, at  bert  ein ábyrgdarhavari verður í kommunulæknaskipanini. Hetta hevur við sær, at landið yvirtekur skyldurnar hjá kommununum, sum m.a. fevna um at útvega og reka kommunulæknaviðtaluhølini. Lógin um kommunulæknaskipanina verður broytt samsvarandi nýggju skipanini.

 

At enda sigur løgtingsmaðurin, at seinastu tíðina hevur verið nógv frammi um ætlanina hjá landinum at brúka 15 mió. til at gera eina nýggja heilsumiðstøð í Klaksvík - hetta verður tó ikki veruleiki á hesum sinni. Hetta gevur tó eina greiða ábending um, at landsstýrið hevur tikið avgerð um at fylgja kommunulæknaálitinum viðvíkjandi bygnaði og ábyrgdarbýtinum millum kommunu og land.

 

Eg haldi, at onkrir ósvaraðir spurningar eru hesum viðvíkjandi og seti tí fram hendan munnliga fyrispurning fyri m.a. at fáa lýst hesa ætlan betur.


RN


Back