Koyristuðul til menningartarnað

9. februar 2018



Fyrispurningur um koyristuðul til menningartarnarð, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1. Hava menningartarnað, sum arbeiða á vardum verkstøðum, sama rætt sum onnur til ferðastuðul, um tey hava langan veg til og frá arbeiði?

 

2. Hvussu nógv kostar tað landskassanum um menningartarnað fáa henda stuðulin?

 

Viðmerkingar
 

Seinnu árini er stórur dentur lagdur á, at fólk við serligum avbjóðingum skulu eggjast til at arbeiða so nógv, sum evnini røkka til. Mong arbeiða á til dømis vardum verkstøðum, og fyri hetta fáa tey eina avmarkaða samsýning umframt fyritíðarpensjónina.

 

Hóast samsýningin ikki er stór, hevur hon stóran týdning fyri móttakararnar, sum hava eina góða kenslu av, at hetta eru pengar, sum tey sjálvi hava tjent.

 

Men dømi er um at fólk, sum ferðast millum vardan bústað og vardan verkstað, hava tríggjar krónur eftir av daglønini, tá ferðaseðlarnir við bussi eru goldnir. Hetta er ikki serliga eggjandi fyri tey arbeiðandi.

 

Tá spurt verður, um tey hava rætt til ferðastuðul, er ymiskt, hvussu lógin verður tulkað. Tí verður hesin spurningurin settur landsstýrismanninum.

 

á Løgtingi, 8. februar 2018
Helgi Abrahamsen


RN


Back