Hvat hevur taxavinnan gjørt býráðssamgonguni?

27. mars 2018



So var býráðssamgongan í Tórshavnar Kommunu aftur eftir teimum, sum royna at reka taxavinnu í Tórshavn.

 

Nýggjasta uppskotið frá Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn er, at nú fáa  taxabilarnir ikki loyvi at standa uttan fyri býráðshúsið, sum teir hava gjørt í manna minni, fyri at fáa ein túr.

 

Um sitandi býráðssamgonga fær sín vilja, verður alt vent á høvdi hjá taxavinnuni, sí niðanfyri standandi kortmynd:

 

 

Nú skulu taxabilarnir standa í mótsattari síðu og trýstast niðan ígjøgnum gongugøtuna, niðan á Glade Hjørn og oman til Tórsgøtu og oman í Vágsbotn ella úteftir Dr. Jacobsensgøtu - alt eftir, hvar kundin skal.

 

At trýsta allar taxabilarnar niðan eftir gongugøtuni á sumri, tá nógv fólk eru í miðbýnum og á náttartíð, er heilt burturvið.

 

Hetta uppskotið er sera illa umhugsað og er beinleiðis ein provokatión ímóti taxavinnuni í Tórshavnar Kommunu.

 

Tað er nógv betri og lagaligari at koma til og frá Vaglinum, har taxabilarnir standa nú. Alt eftir, hvar kundin skal, eru 3 møguleikar: oman í Vágsbotn út eftir Skálatrøð, niðan eftir Niels Finsensgøtu ella oman á Bursatanga o.s.fr.

 

Hvat hevur taxavinnan gjørt sitandi býráðssamgongu - og eg má bara endurtaka slagorðið hjá Fólkaflokkinum - Nokk er Nokk.

 

Eg havi ikki tikið undir við hesari broyting í Teknisku nevnd og heiti inniliga á sitandi býráðssamgongu um ikki at seta hetta í verk.

 

Hvat hevur taxavinnan gjørt sitandi býráðssamgongu - er eingin borgarligur tóni eftir í Fólkaflokkinum?

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Back