Atlantic Airways og Smyril Line styrkja ferðavinnuna

9. apríl 2018


Tað er fantastiskt og mennandi at hoyra, at tvær av teimum størstu fyritøkunum í ferðafólkaflutningsvinnuni og sum virka altjóða, nú ætla at byggja tvey nýggj hotel í Tórshavn - henda vakstrarstrategi skapar valutainntøkur umframt nýggj og fleiri arbeiðspláss. Við hesum nýíløgum verður givið eitt ordans boost til menningina av ferðavinnuni


Tað er áhugavert at fylgja kjakinum um framtíðarætlanirnar hjá hesum fyritøkum, báðar hava stórar ætlanir um at byggja tvey hotellir í Tórshavn.

 

Hettar eru sólskinsøgur, har leiðslurnar í báðum feløgum hava rós uppiborðið.

 

Tað fall mær tí fyri bróstið, at Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur kallað landsstýrismannin í vinnumálum til samrøðu, serliga um ætlanirnar hjá Atlantic Airways at byggja hotel.

 

Soleiðis um eg skilti forkvinnuna í vinnunevndini í útvarpssamrøðu, segði hon, at Atlantic Airways fyrst og fremst skuldi útvega ferðafólki bílagar og góðar ferðaseðlar.

 

Jamen, tað kann saktans lata seg gera, nevnliga við at økja um inntøkumøguleikarnar við einum hotelli - eisini kallað vertikal integratión í veitingarketuni hjá einari fyritøku. Eg ivist onga løtu í, at leiðslan í Atlantic hevur vektað fyrimunir og vansar og tikið hædd fyri tí økta váða at byggja eitt hotel.

 

At hesi feløgini í ferðavinnuni gera hesar íløgur, nevnliga fyri at økja um inntøkumøguleikarnar og skapa arbeiðspláss, skulu vit fegnast um.

 

Vit hava bíðað leingi eftir, at aktørar, almenn og privat vinnufeløg, gera hesar íløgur, sum eru so hart tiltrongdar í ferðavinnuni, soleiðis at vit nú seta inn at fáa fleiri ferðafólk til landið - hetta eru sólskinsøgur, sum eiga rós uppiborði.

 

Lat kapital og virkisfús framtíðarrættað feløg, almen sum privat vinnufeløg, sleppa at menna okkara vinnu og land.

 

Vit hava tosað nokk um ferðavinnu, nú skal handlast - hesi feløgini gera nakað ítøkiligt við at menna Føroyar sum ferðamannaland.

 

Annfinn Brekkstein


RN


Back