Sig nú sannleikan, Eyðgunn

21. apríl 2018


Hóast Eyðgunn Samuelsen roynir at tváa sínar hendur, vil hon ikki siga sannleikan. Fakta er, at Javnaðarflokkurin minkaði pensjónina eftir boðum frá Jóannesi Eidesgaard, táverandi formanni í Javnaðarflokkinum


Landsstýriskonan í almannamálum roynir í einari grein á VP at tváa sínar hendur. Hon brúkar skitið vatn til hendur sínar, og sannleikin má fyri alt í verðini ikki koma fram.

 

JAVNAÐARFLOKKURIN LÆKKAÐI GRUNDARUPPHÆDDINA

Eyðgunn vil so fegin geva Sambandsflokkinum skyldina fyri, at grundarupphæddin lækkaði.

 

Sambandsflokkurin var í samgongu við Javnaðarflokkin bæði í 2009 og 2010. Hetta var tíðarskeiðið, tá javningin varð lækkað. Sparingin var neyðug fyri at náa ásetingunum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum hjá Javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard. 

 

Boðini komu frá formanni Javnaðarfloksins, og tað má ikki nevnast, Eyðgunn.

 

PENSJÓNISTAR MISSA KEYPIKRAFT

Nú tekur verandi samgonga grundarupphæddina frá pensjónistunum. Keypikraftin í pensjónini lækkar sum frá líður, tí pensjónin verður munandi minni enn lønargongdina í samfelagnum. 

 

Hetta merkir, at 1000-krónuseðilin hjá Eyðgunn fer at hvørva við tíðini.

 

Øll vita, at tað tíverri er dýrt at búgva í Føroyum, og hetta fara pensjónistar at merkja í ólukkumát. 

 

SKATTURIN HÆKKAR

Samgongan við Javnaðarflokkinum á odda hækkar eisini skattin við 4.000 krónum hjá teirri eyðkendu arbeiðarafamiljuni hjá javnaðarløgmanni, og hjá barnafamiljum fer hetta at svíða.

 

PENGAR Á RULETTUNA

Onkursvegna roynir Eyðgunn at gera spurningin um pensjón og grundarupphædd til eitt slag av happadrátti ella rulettuspæl. Spurningurin hjá henni er, hvør kann leggja mest á tann reyða ella svarta blettin á rulettuni, og so skulu øll bíða í spenningi – ikki minst pensjónistarnir.

 

Veruleikin er jú, at Eyðgunn og flokkur hennara ger pensjónina til ein glantrileik, ið skal lumpa pensjónistarnar og taka keypikraftina frá teimum. 

 

At hetta er vorðið politikkurin hjá Javnaðarflokkinum er óskiljandi, og sannleikin má fyri alt í verðini ikki koma fram.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back