Er ætlanin at framskunda arbeiðið at gera tunlar norður um Fjall?

24. mai 2018



Fyrispurningur um tunlar norður um Fjall, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

 

1. Er ætlanin at framskunda arbeiðið at gera tunlar norður um Fjall?

 

2. Nær verður farið undir at bora nevndu tunlar?

 

3. Hvørjar upphæddir verða eftir ætlan settar av á fíggjarlógini í 2019 og komandi árini til nevndu verkætlan?

 

4. Hvør situr í sonevnda samferðslubólkinum hjá samgonguni, og hvørjar heimildir hevur bólkurin?

 

5. Kann løgmaður greiða frá niðurstøðunum frá fundi í samferðslubólkinum viðvíkjandi tunlum?

 

Viðmerkingar
Kjak hevur staðist í miðlunum seinastu tíðina um, hvørjum ætlanum samgongan arbeiðir við í sambandi við tunnilsverkætlanir.

 

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum festi í kjakið, tá hann setti spakan í í Hvalba. Tá kom fram, at hann samstundis ætlar at gera tunnil til Fámjins.

 

Nevnda ætlan hevur fingið fleiri samgongufólk at tala at.

 

Fíggjarnevndarformaðurin sigur, at farast skal undir at gera tunnil til Dals, heldur enn Fámjins, og onkur annar talar at, tí vandi nú er fyri, at tunlarnir norður um Fjall, ið eru harðliga tiltrongdir, fara annaðhvørt at verða útsettir ella fella burtur, tí peningur ikki verður til allar tunlarnar, sum samgongulimir halda seg hava fingið lyfti um.

 

Í sambandi við kjakið er komið fram, at fundur skal vera í sonevndum samferðslubólki, ein av fyrstu døgunum, um støðuna. Spurt verður tí eisini um nevnda bólk og virki hansara.

 

Á Løgtingi, 22. mai 2018

Bjørn Kalsø


RN


Back