Ikki býráðslimir lønarhækking - men meirilutin

24. mai 2018


Ein rættleiðing um lønarhækking í Tórshavnar býráð


Tað stendur at lesa á in.fo, í dag 24. mai, at býráðslimir í Tórshavn ætla í kvøld 24. mai at geva sær sjálvum risa lønarhækking upp á meira enn 15 prosent.

 

Hetta er ikki rætt.

 

Henda lønarhækking kemur bara at ávirka sitandi meiriluta og formenn og forkvinnur hjá sitandi meiriluta í býráðsnevndunum.

 

Sum býrráðslimur havi eg ikki viðgjørt hesar broytingar.

 

Eg taki tí ikki undir við fyriliggjandi uppskoti.

 

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


RN


Back