Avtala við umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation, ASF

31. mai 2018


Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um avtalu við umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation, ASF. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hevur landsstýrimaðurin í fiskivinnumálum gjørt avtalu við umhvørvisfelagsskapin Atlantic Salmon Federation (ASF), um eitt fullkomið bann at fiska laks kommercielt í føroyskum sjóøki í 12 ár?

 

2. Hevur landsstýrið spurt Løgtingið, hvat tað heldur um slíka avtalu?

 

3. Hvussu nógv fáa Føroyar aftur fyri avtaluna í pengum og hvør fær pengarnar?
 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at Løgtingið samtykti einmælt fyrr í ár at fara undir útseting av laksi, eisini kalla havbit, við tí fyri eyga at fiska laksin aftur, tá ið hann kemur inn aftur ímóti landi og hevur høgu góðskuna.

 

Lond sum t.d. Japan fiska á henda hátt laksin við gørnum inni undir landi.

 

Eftir útsetan er laksurin burtur eitt tvey ára skifti.

 

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at um so er, at avtalan við ASF umfatar eisini hesa vinnu, so forðar avtalan fyri ætlan Løgtingsins.

 

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrimanninum í fiskivinnumálum.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back