Samgongan ræðist vinnulívið

12. juni 2018


Verandi samgonga niðurbindur høvuðsvinnuna við uppboðssølu og við at taka ovurstórar upphæddir úr vinnuni til alment stórforbrúk, og harumframt er samgongan ræðslusligin fyri útlendskum kapitali, hóast hann kemur Føroyum til góða


Tað gongur sera væl í stórum parti av føroyska vinnulívinum. Ikki minst í okkara høvuðsvinnum eru fyritøkur, ið veruliga hava fíggjarliga orku til at gera stórar íløgur fyri at standa seg í kappingini á altjóða marknaðinum.

 

Hetta hevur givið rúm fyri, at vinnan í dag rindar stórar upphæddir til raksturin av landshúsarhaldinum.

 

Sambandsflokkurin fleiri góð uppskot
Fyri at tryggja hesa jaligu gongd hevur Sambandsflokkurin lagt fleiri uppskot fram, sum skulu geva vinnulívinum møguleika at menna nýggjar vinnur og skapa framhaldandi vøkstur og virðisøking í vinnuni.

 

Eisini hevur Sambandsflokkurin skotið upp eina nýggja fiskivinnuskipan, ið hevði sum høvuðsmál at tryggja góðu gongdina, har man við skilagóðum broytingum vildi tryggja góðu gongdina og enn størri fjølbroytni í vinnuni.

 

Vinnan fíggjar ótálmaðan útreiðsluvøkstur
Vinnan hevur seinastu árini fíggjað ein alsamt størri part av føroyska landshúsarhaldinum. Tí tykist eisini sum um, at samgongan hevur funnið eina ótømandi pengakeldu. Hetta verður brúkt til at fíggja ótálmaða útreiðsluvøkstrinum hjá samgonguni við.

 

Ræðist útlendskan kapital
Útlendskur kapitalur er ikki væl sæddur av samgonguni, hóast vit mugu staðfesta, at hvørja ferð okkara dýrabara samfelag er kollsiglt, hevur útlendskur kapitalur tikið um endan. Annaðhvørt hevur tað verið danski statskassin – saman við privatum og útlendskum kapitali og vinnulívinum – sum hevur reist vinnuna aftur.

 

Vit sóu tað við bankabjargingum, har ið Føroyar fingu góðar treytir. Umframt milliardina, ið varð avskrivað beinanvegin, vórðu ikki færri enn 500 milliónir krónur niðurfrystar, og fyri fáum døgum síðani strikaði danski staturin tær 500 milliónirnar.

 

Vit sóu tað eisini við endurreisnini av vinnulívinum í Klaksvík í 70-árunum, tá ið Føroyagrunnurin frá 1971 bleiv settur á stovn við donskum statsstuðli.

 

Stórt ivamál um Kósina
Nú er ivamál, um Kósin í Klaksvík sleppur at gera eina íløgu, ið skal gera virkið kappingarført á altjóða pallinum. Beinan vegin er okkurt galið. Hví? Tí samgongan vil nokta Kósini at hækka partapeningin, tí ein minnilutapartaeigari er útlendskur.

 

Hvat er tað, samgongan ræðist, og hvussu ætlar samgongan at fíggja vælferðartænasturnar, um vinnan stagnerðar av førda politikkinum.

 

Støðugt hevur Sambandsflokkurin víst á, at Føroyar mugu og skulu hava ein nýggjan handilssáttmála við ES. Tollsatsir og aðrar forðingar mugu minka munandi og helst hvørva.

 

Tá kann føroyska útflutningsvirðið tvífaldast.

 

Øllum føroyingum til góða
Eitt slíkt frambrot skal koma øllum føroyingar til góðar. Borgarar skulu hava munandi betri vælferðartænastur enn í dag, og fyritøkurnar skulu hava møguleika at vaksa, skapa nýggj arbeiðspláss og útvega Føroyum fleiri inntøkur.

 

Tey flestu munnu nú síggja, at samgongan spælir hasard við føroyskum vinnulívi, og at tað fer at fáa víðfevndar avleiðingar fyri samfelagið og føroyingar allar.

 

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back