Tann lítli og tann stóri politikkurin

2. juli 2018


Munurin millum loysinga og sambandspolitikk


Nú summar er, og angin av nýslignum grasi kennist so friskliga, og vit i feriutið samstundis kunnu minna hvønn annan á, at vit eiga eitt av bestu samfeløgum í heiminum, ríkasta fyri hvønn ibúgva, javnasta, fólkaræðisligasta og friðaligasta, verður av øðrum sagt. Ikki eiti á skotsmál at hava fingið á seg!

 

Hví eru vit so heldig í Føroyum?

 

Eg skal minna á nakrar orðsøkir til, at støðan er so góð, sum hon er. Politikkurin á flestu økjum, sum er rikin, er meir og minni sambandspolitikkur. Ein politikkur sum gongur út uppá “at broyta fyri at varveita.” 

 

Tað er framvegis altavgerandi, at hesin stóri politikkurin framvegis vinnur.

 

Sambandspolitikkur er ein spurningur, um fyrimunir og vansar fyri øll í Rikisfelaskapinum. Hetta er tann stóri politikkurin, móti tí lítla politikkinum.

 

Win-win støða 
Í dag er tað ein stór win-win støða hjá øllum trimum londunum í ríkinum.

 

Danmarkar ríkið hevur stórar fyrimunir av ríkisins knattstøðum, stødd saman við okkum og Grønlandi. Fyrimunir, sum Danmark ikki hevði havt, uttan at verið saman við Grønlandi og Føroyum.

 

Ríkið, sum røkkur frá Týska markinum tvørtur um Atlantshavið yvir Grønland upp til Norðpólin, hevur altjóða vekt. Hetta er ein støða, sum vit øll hava stóran fyrimun av, tí saman eru vit nógv størri, enn um vit eru sundur.

 

Demokratiskt ríki
Demokratiska Danmark hevur stóra virðing altjóða, bæði sum fólkastýri og fyri sin fríða politikk yvir fyri hinum londunum í felagsskapinum. Í útheiminum gapa tey, tí Heimastýrisskipanin og leisturin, hann er skipaður eftir, er tann fríasti og besti.

 

Sjálvt Skotland hyggur at okkum og onnur lond við. Skipanin gevur bæði fríheit til at stýra egnum landi, umframt stóra politikkin til øll trý londini i felagsskapinum.

 

Okkara fyrimunir
Hvørjir eru so okkara fyrimunir, spyr onkur. Fyrst og fremst stýra vit egnum landi suverænt, bæði innanríkis og i uttanríkisviðurskiftum, sum einans viðvíkja Føroyum. At forsætisráðharrin vil broyta DFG-skipanina vil styrkja stóra politikkin, og tað er gott.

 

Harumframt hava vit nógv felagsrættindi. Hvørji eru so tey, sum t.d. hava størsta týdning, vil onkur vita.

 

Fyrst og fremst sjálvur rikisborgararætturin, sum ger, at vit kunnu búgva, flyta, arbeiða og virka, hvar vit vilja. Eisini velja vit, um vit vilja hava ES pass ella ikki, og við tí i hondini arbeiða vit, hvar vit vilja í øllum ES.

 

Valuta og peningaviðurskifti eru felags, sum gevur stabilitet og trygd hjá Føroya fólki. Neyvan er neyðugt at minna folk á bankakreppurnar, sum kundu framt óbotaligan skaða, um henda trygdin ikki var.

 

Verjumál og Nato
Verjumál eru felagsmál, og føroyingar eru friðtiknir fyri herskyldu. Men vit kunnu sjálvboðin taka lut, sum visir seg eisini, at fleiri gera. Bæði kvinnur og menn. Til ber at útbugva seg samstundis innan flúgving og annað mangt.

 

NATO-verjan er somuleiðis okkara alra í Ríkisfelasskapinum, hon er fyri alt ríkið. Uttan NATO kann væntast, at vit høvu verið á teirri sonevndu “Herrens mark”. Europa er okkara partur av heiminum.

 

Útbúgving
Vit føroyingar kunnu útbúgva okkum á lika fót í Danmark við stuðulsmøguleikum, sum búðu vit í Danmark. Búðstaðir, barnagarspláss, vøggustovur, alt á líka føtið. 

 

Danmark er Norðurlandið, ið letur nógv mest av útbúgvingarstuðuli. Vit njóta gott av SU, sum fylgir við, tá ið føroyingar vilja royna seg uttan fyri Danmark. SU-lán og ikki minst Ríkisfelagsskapsfrádráttinum eru stórir fyrimunir, meðan útbugvingin ferð fram. R-frádráttin útvegaði Sambandsflokkurin, ið er heilar 71.000 kr. um árið fyri føroyingar og grønlendingar.

 

Sjúkrahússkipanin í Danmark, sum er okkara partur av víðkaða sjúkrahúsverkinum, tekur hond um sjúkralagnur,o ghevur størsta týdning.

 

Nu mundi eg gloymt Blokkstuðulin, sum kemur av, at í ikki yvirtiknum málum rindar ríkið sín avtalaða part, men sum Landstýrið hevur frýst niður i løtuni. Vit tiðna hann upp aftur, tá ið vit koma aftur til valdið.

 

Aðrar skyldur
Umframt hevur Ríkið aðrar skyldur at reka: Terretorialverjan, Rikisins umboð o.s.f. Tils. um eina lítla milliard kr. um árið.

 

Vit er nu omanfyri 50.000 føroyingar í Føroyum, umframt teljast í Danmark út ímóti líka nógvir heilir, hálvir og slektaðir føroyingar. So av røttum kann sigast, at føroyingar búgva ikki longur bara í Føroyum, men í Føroyum og Danmark. Hesin veruleiki eigur eisini sítt pláss í stóra sambandspolitikkinum.

 

Alt hetta tekur ikki frá okkum, at vit eru føroyingar og serstøk tjóð.

 

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back