Tjóðveldi hevur framvegis Nato-fobi

12. juli 2018


NATO er okkara sameindi, sum verjir Føroyar, og tí skal NATO verða vælkomið at hava skjótivenjingar í føroyskum sjógvi


Eftir øllum at døma er Tjóðveldi ikki sloppið av við sína NATO-fobi, sum jú hevur verið galdandi líka síðani hesin rópandi og trampandi flokkurin varð stovnaður.

 

Sjálvandi skal Tjóðveldi hava opna mikrofon í Kringvarpinum, hóast flokkurin er á púra skeivari kós.

 

Nato er okkara sameindi

Lat okkum sláa tað fast: Okkara sameindi, NATO, verjir Føroyar móti fremmandum.

 

Her skal ikki vera nakar slingur í valsinum, sum tað er hjá Tjóðveldinum. NATO-skip eiga tí at verða vælkomin í føroyskum sjógvi við sínum skjótivenjingum.

 

Hví skal NATO vera í okkara sjógvi?

 

Orsøkin er, at Føroyar aftur hava fingið øktan geopolitiskan týdning.

 

Vestanlond og Russland eru uppi ímóti hvørjum øðrum, og vit vita, at hópin av fremmandum kavbátum eru í Norðuratlantshavi, eisini kring Føroyar.

 

Tí er tað natúrligt, at okkara sameindu, bæði NATO og Danmark, verja Føroyar.

 

Leikar í

Nú leikar ein tjóðveldismaður í á Christiansborg, og aftur skjýtur hann seg sjálvan í fótin.

 

Hann ilskast inn á NATO og skjótivenjingarnar í føroyskum sjóøki. Eitt er, at føroysk fiskiskip skuldi fingið boð, men hetta hevur ómetaliga lítlan týdning, tí sjálvandi skal NATO vera í okkara sjógvi og verja okkum.

 

Hann nevnir NATO-skip at verða ”fremmand”. Hvat hugsar maðurin fyri sær?

 

Og so roynir hann eisini at gera tingini ógvuslig við at siga, at ”NATO-skip skjóta við skørpum”. Sjálvandi skulu tey tað. Alt annað er ónatúrligt.

 

Hann krevur verjumálaráðharran eftir svari, hóast verjumálaráðharrin ger alt fyri at verja Føroyar.

 

Eisini roynir hann at skapa eina ynkeliga øsing við at siga, at NATO ger seg inn á føroyskan ”suverenitet”. Hetta er gamalt knarr.

 

Fullveldissamráðingarnar í ár 2000, høvdu einki uppá seg, tá ið avtornaði.

 

Eingin seriøsitetur

Í heila tikið er tjóðveldismaðurin á fullkomiliga skeivari kós.

 

Á Fólkatingi hevur hann proklamerað, at Danmark eigur ikki at verja Føroyar. Hann vil heldur hava bretar at hjálpa okkum. Men Bretland er í NATO, og soleiðis skjýtur hann seg, hesaferð í báðar føtur.

 

Eingin seriøsitetur er í hesum, tí NATO og Danmark verja okkara suverenitet, og tað vilja tjóðveldisfólk sjálvandi ikki hoyra talan um. Tey hava somu fobi sum áður.

 

Ein viðkomandi spurningur kundi verði, um Tjóðveldi vil melda Føroyar úr Nato og umheiminum annars, er tað hetta Tjóðveldi vil?

 

Lat okkum fegnast um, at okkara sameindu verja Føroyar.

 

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

 


RN


Back