Hvørji tíðindi eru tey røttu?

20. juli 2018


Eru tíðindini sonn, sum Poul Michelsen ber, um ein fríhandilssáttmála við Eurasiatisku Búskaparsamgonguna. Ella er hetta bara politiskt gass?


Útvarp og sjónvarp bóru herfyri tíðindi frá landstýrimanninum í Uttanríkismálum um, at londini í sonevndu Eurasiatisku Búskaparsamgonguni, sum eru í handilsfelagsskapi, høvdu samtykt, at gera fríhandilsavtalu við Føroyar.

 

Tað stóð rimmar fast, at avtalan skuldi undirskrivast í august i ár.

 

GJØGNUMBROT 
Landstýrismaðurin segði frá, at hetta var onki minni enn eitt gjøgnumbrot, at avtalan nú var komin í hús, skiltist.

 

Vit her heima spurdu okkum sjálvi, hvat slag av avtalu er hetta? Fríhandil við komunistalond, hvat merkir so tað? Hvørjar bindingar eru við felagskapin o.s.f.

 

Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Anita á Fríðriksmørk, prísaði eisini í tiðindasending í Svf avtaluna og sonevnda gjøgnumbrotið.

 

STÓR UNDRAN 
Tíðindini elvdu eisini til undran uttanlands.

 

Millum annað setti javnaðarmaðurin Nick Hækkerup á Fólkatingið alt fyri eitt fyrispurning til danska uttanrikisministaran, Anders Samuelsen, um trygdarspurningin millum eystur og vestur.

 

MEMORANDUM OF UNDERSTANDING 
Nú tíð eftir gongur tosið í Føroyum um, at tíðindini alla tíðina hava verið skeiv.

 

Talan hevur ongantíð verið um at undirskriva nakra fríhandilsavtalu í august, men harafturímóti eitt sokallað “Memorandum of Understanding”, sum er, at embætisfólk tosa saman um handilsviðurskifti, men ongin handilsavtala skal undirskrivast.

 

Hetta er tað, vit meinigu hava at halda okkum til, um sonevndu fríhandilsavtaluna við Rusland, Armenia, Hvítarussland, Kazakhstan og Kyrgyzstan.

 

HVAT ER RÆTT? 
Gott hevði tí verið, um onkur lyftir lokið av, og gevur okkum røttu tíðindini um møguligu handilsavtaluna við Rusland og hini londini.

 

Mong við mær spyrja tí eftir, hvat er upp ella niður í hesum máli.

 

Eru tíðindini frá Landstýrinum og Kvf tey røttu, ella er nakað um leysasøgurnar?

 

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back