Størstu virðini til allar borgarar

19. august 2018


Sambandsflokkurin vil hava eina skipan, ið gevur størst møguligt samfelagsvirði, so allir borgarar fáa sín rímiliga part av samfelagskøkuni, ið kann økjast munandi


Uppskotið hjá Sambandsflokkinum
Sambandsflokkurin legði eitt ítøkiligt uppskot fyri Løgtingið um eina fiskivinnuskipan, ið tryggjaði framhaldandi vøkstur við betraðum handilsavtalum, einum effektivum og umhvørvisvinarligum fiskiflota og atgongd hjá øllum, at sleppa fram at fiskaða fiskinum til víðari virkingar.

 

Sambandsflokkurin legði upp til, at vinnan skuldi hava trygg rættindi. Nýggj rættindi skuldu seljast á uppboði, og øll skuldu hava møguleika at sleppa at keypa óvirkaðan fisk á einum vælskipaðum marknaði. Hetta hevði givið stórar møguleikar fyri menning av hávirðisvørum úr okkara tilfeingið, kring alt landið, sum eitt alternativ til politiskar kvotur.

 

Tilfeingisgjaldið skal verða við til at veita trygd fyri fígging av keypi og goymslu. Hetta fyri at stuðla undir vinnuliga menning, meirvirking av rávøruni og støðugt arbeiði.

 

Virðisøking avgerandi fyri føroyingar

Mest umráðandi tátturin í allari nýskipanini av fiskivinnuni er virðisøking.

 

Eitt er, at fyritøkur skulu hava mesta frælsi til at leggja sítt virksemi til rættis og skapa vinning og framburð. Annað er, at virðisøkingin skal koma øllum borgarum til góðar: samfelagskøkan til allar føroyingar skal vaksa!

 

Sambandsflokkurin hevur trýst á landsstýrið til at byrja veruligar samráðingar við Europasamveldið um at fáa frían handil í lag – tó uttan at Føroyar skulu missa ræði á sínum fiskiríkidømi ella fiskivinnupolitikki.

 

Verða sakligar og dugnasamar samráðingar, kann úrslitið gerast, at Føroyar kunnu tvífalda sítt útflutningsvirði, sum í dag er uml. átta milliardir krónur.

 

Betri vælferð til øll

Eitt tvífalda útflutningsvirði skal, sum nevnt frammanfyri, koma øllum føroyingum til góðar. Umframt at gjalda niður skuld, vil Sambandsflokkurin betra munandi um vælferðina í Føroyum við nýggjum inntøkum.

 

Hetta ber í sær, at Heilsuverkið skal styrkjast heilt munandi. Tænastur til eldri borgarar og rehabiliteringin til tey ið eru komin illa fyri, skulu útbyggjast og styrkjast.

 

Útbúgvingarøkið skal uppraðfestast og gerast altjóða, og veikastu bólkarnir í samfelagnum skulu hava álit á, at sterkar hendur hjálpa, tá ið brúk er fyri tí.

 

Avgerandi fyri framtíðina

Flestu munnu duga at síggja, at ætlanir Sambandsfloksins hava fleiri fyrimunir og er ikki so víðgongt, sum tað, ið samgongan hevur trýst ígjøgnum Løgtingið við rossahandlum av áður ósæddum dimensjónum.

 

Við at gera neyðugar tillagingar í fyriliggjandi fiskivinnuskipan og fylgja uppskoti Sambandsfloksins, fær vinnan góðar og støðugar karmar at virka undir, og samstundis fáa allir borgarar sín rímiliga part av samfelagskøkuni, ið kann økjast heilt munandi.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back