Løgtingsformaðurin forsømur sína skyldu

20. august 2018


Ongantíð hevur verið siður, at løgtingsformaðurin, ið hevur hægstu tign Føroya, noktar at umboða Løgtingið


Løgtingsformaðurin noktar at fara umborð á kongaskipið Dannebrog, har ið fryntligu gestir okkara, Krúnprinsurin og Krúnprinsessan, bjóða tingmonnum og embætisfólki til døgurða.

 

Tingformenn hava altíð verið rímiligir, havt víðan sjónarring og verið rúmskygdir, alt vegna Løgtingið. Somuleiðis hevur eisini altíð verið siður, at løgtingsformenn taka móti innbjóðing, tá ið kongshúsið er vertur og vísir kurteisi og blíðskap.

 

Hoyrir ongastaðni heima
Øll vita, at ein løgtingsformaður er ein neutralur persónur, ið Løgtingið velur. Hann hevur hægstu tign Føroya, og tí hevur hann eisini skyldu til at umboða Løgtingið í einum og øllum.

 

Tí er tað ein feilur, um ein løgtingsformaður noktar at umboða Løgtingið, tí at hann av síni egnu politisku hugsan hevur okkurt ímóti kongshúsinum. Hetta hoyrir ongastaðni heima.

 

Hetta tykist at vera nakað, sum als ikki hevur nakra rímiligheit yvir fyri Løgtinginum, tí formaðurin hevur skyldu at umboða Løgtingið hvørja ferð.

 

Sama pláss sum drotningin
Í grundini hevur løgtingsformaðurin júst somu skyldu, sum Drotningin hevur, tá ið ein sonevnd Drotningarunda er. Drotningarundan varð innførd í 1909.

 

Tað er løgtingsins formaður, ið á sama hátt sum Drotningin, útpeikar ein forhandlingsleiðara, ið skal royna at skipa eina stjórn í Føroyum. Hetta varð innført við nýggju Stýrisskipanini í 1994.

 

Hetta, at løgtingsformaðurin hevur sama leiklut sum Ríkisovastin, átti ongantíð at forða fyri, at Drotningin verður lítisvird, heldur ikki Krúnprinsurin og Krúnprinsessan ella kongshúsið í síni heild.

 

Frættist víða um lond
Vit, sum valdu løgtingsformannin við sjálvsøgu skyldum hansara, høvdu helst hugsað okkum um fleiri ferðir, um vit tá høvdu fingið upplýst, at formaðurin ikki vildi røkja sínar skyldur.

 

Trupulleikin er, at hetta at frættist víða um lond.

 

Í øðrum londum er tað ein sjálvfylgja, at tingformenn, forsætisráðharrar, forsetar og onnur við hægstu tign taka ímóti einari Drotning, einum Krúnprinsi ella einari Krúnprinsessu.

 

Aðrastaðni skilja tey ikki hetta, og hetta er pínligt fyri føroyingar. Hví skal hetta nú gerast ein øvug siðvenja í Løgtinginum?

 

Helst má tað verða soleiðis, at løgtingsfólk mugu greiða fryntligu gestunum frá, hví Løgtingsformaðurin ikki vil seta fót sín á dekkið á kongaskipinum.

 

Tað er burturvið, at slíkt skal raka løgtingsfólk og føroyingar allar.

 

Hetta eru smádreingjalótir.

 

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back