Rásin skal útbyggjast

5. september 2018



Rásin er ein tvey ára eftirskúli fyri menningartarnað, ið eru liðug við fólkaskúlan. Eftirskúlin var settur á stovn í 2005 og er staðsettur í Saltangará.

 

Hugaligt at hoyra í Degi & Viku, týskvøldið 4. september, at ítøkiligar ætlanir eru um at útbyggja og víðka hetta vælvirkandi eftirskúlatilboð.

 

Í stuttum kann sigast, at ætlanin er at tvífalda næmingatalið frá 7 upp til 14, og at næmingar síðani verða tiknir inn á skúlan á hvørjum ári í mun til á øðrumhvørjum ári, soleiðis sum tað er í dag.

 

Útbyggingin fer eisini at geva hesum ungu við menningartarni eitt meiri spennandi skúlatilboð, har øktur trivnaður, øktir undirvísingarmøguleikar og øktur dynamikkur, gerast partur av skúlatilboðnum.

 

Nú er so ætlanin framløgd og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, úttalaði seg sera positivt um hesa ætlan í Degi & Viku, týskvøldið.

 

Útbyggingin av Rásini skal eftir ætlan kosta millum 8 og 9 mió. kr.

 

Eingin ivi skal vera um, at eg taki fult undir við, at Rásin verður útbygd.

 

Rásin hevur brúk fyri hesi útbygging, soleiðis at hetta vælvirkandi eftirskúlatilboð fyri menningartarnað fær teir ynskiligu, góðu og mennandi karmar at virka undir, soleiðis at skúlin verður framtíðartryggjaður.

 

Landsstýrið leggur nú síðstu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2019, og verður fíggjarlógaruppskotið lagt fyri Løgtingið síðst í hesum mánaðinum.

 

Spennandi verður tá at síggja, um peningur er settur av til útbyggingina av Rásini - eg vóni, at so verður.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back