Magnus spyr Rigmor um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap

18. september 2018


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at seta ein munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót


Spurningar til landsstýriskvinnuna:

 

1. Hvussu nógvir næmingar hava tikið hesa yrkisútbúgving síðan byrjan?

 

2. Heldur landsstýriskvinnan, at ein slík útbúgving eigur at vera í Føroyum?

 

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at gera broytingar við hesi yrkisútbúgving?

 

Viðmerkingar

 

Seinastu árin hevur nógv verið tosað um at menna allar handverkaravinnur í Føroyum, at eggja teim ungu at taka eina slíka útbúgving og at skapa góðar fortreytir hjá teimum, sum ætla sær handverkaravegin.

 

Samfelagið hevur sanniliga brúk fyri handverkarum, og tørvurin og eftirspurningurin eftir handverkarum økist ár fyri ár - bæði í Føroyum, men eisini í úti í heimi.

 

Nútíðarsamfelagið fær ikki virkað nóg væl, um ikki hesar ymisku handverkaravinnurnar eru mannaðar við væl lærdum handverkarum. Seinnu árin er meiri dentur lagdur á at betra um møguleikarnar hjá teimum, sum velja sær handverkið sum starv, bæði tá hugsað verður um umstøðurnar hjá lærlingum og eisini hjá teimum, sum taka lærlingar í læru. 

 

Í 2004 kom ein arbeiðsbólkur, sum var mannaður við fólki úr Mentamálaránum, vinnuni og Fiskimannafelagunum við einum áliti um, hvussu ein yrkisútbúgving innan fiskireiðskap – serliga trol og nót kundi verið skipað. Í álitinum verður m.a. skrivað, at tað er ynski hjá vinnuni, at møguleiki verður fyri at fáa eina handverkaraútbúgving innan trol og nót. Útbúgvingin kundi verðið skipað sum aðrar yrkisútbúgvingar, og at lærutíðin kundi hóskandi verið á trolarum, nótabátum og trolvirkjum.

 

Í 2007 var kunngerð lýst  um yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót, við heimild í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back