Borgarin kravdur eftir 35,5 mió. kr. ov nógv

21. september 2018


Hví krevja 16,5 mió. kr. fyri at gjalda 250.000 kr.? Tað skuldu ikki verið neyðugt. Men tað verður gjørt


1. Tað kostar ikki meira at hava ljós, ventilatión ella aðra tilbúgving í undirsjóvartunli enn í einum vanligum tunli.

 

2. Eftir at íløgan er gjørd, er eykakostnaðurin í mun til vanligan tunnil at pumpa  vætu úr undirsjóvartunlinum.

 

Hvussu stór er tann rokningin?

 

Vágatunnilin

600 tons renna niður í tunnilin um døgnið.

 

Um hendan nøgd skal pumpast úr tunlinum, so er elrokningin 250.000 kr um árið.

 

Men borgarin  verður kravdur eftir 16,5 mió. kr.

 

Norðoyatunnnil 

Lekin er størri og tunnilin longri. Rokningin er umleið 1,7 mió. kr. árliga.

 

Fyri at gjalda hesa upphædd verða fólk og vinna kravd eftir 21 mió. kr. árliga.

 

Norðoyatunnil og Vágatunnil

Fyri báðar tunlarnar verða 37,5 mió. kr. kravdar inn, fyri at rinda 1,95 mió. kr.

 

Borgarin verður sostatt kravdur eftir umleið 35,5 mió. kr. ov nógv árliga.

 

Hesin skeivleiki og eykaskattur, ið serliga rakar økini tunlarnir ganga til, má halda uppat.

 

Marjus Dam

fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin


RN


Back