Serfrøðingur á almennum fundi í Føroyum um rehabilitering

8. oktober 2018


Danski serfrøðingurin og professarin, Claus Vinther Nielsen, luttekur á almenna fundinum, “Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, hósdagin 25. oktober, kl. 09.00-12.00 - í Norðurlandahúsinum. Har fer hann at umrøða rehabiliteringsskipanina í Danmark og hvørjar ætlanir eru um menning á økinnum


Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum bjóðar vælkomið og innleiðir almenna fundin.

 

Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen, professari, MD, PhD Klinisk Socialmedicin og Rehabilitering, Insti­tut for Folkesundhed, Aarhus Universitet, at legjga fram og greiða frá rehabiliteringsskipanini í Danmark og ætlanum um menning. Claus er eisini formaður í Rehabili­terings­forum Danmark.

 

Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen at greiða frá sínum royndum sum formaður í Rehabiliterings­forum Danmark, har hann m.a. hevur ábyrgdina av at:

 

- Skapa netverk fyri at menna rehabilitering í Danmark

- Viðvirka til, at rehabiliteringstilboðini í Danmark betrast

- Røkja danska limaskapin í Rehabilitation International

- Umboða tann hægsta fakkunnleikan innan fyri rehabiliteringsøkið

- Skjalfesta búskapaligu virðini av rehabilitering, herundir tað búskaparliga virðið av at viðgera einstøk menniskju

- Viðvirka til, at kjakið um rehabilitering verður styrkt

- Ávirka soleiðis, at rehabiliteringsútbúgvingar fáa best møguligt innihald og eisini, at settar verður á stovn læknaligar sergreinar innan rehabilitering

 

Á fundinum fer eisini Rósa Samuelsen, fyrrv. løgtings- og landsstýriskvinna at greiða frá sínum royndum innan rehabilitering við denti løgdum á politisk sjónarmið og loysnir, og fer hon eisini at leggja fram ítøkilig lógaruppskot um rehabilitering.

 

Harafturat fer Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur, at greiða frá tørvinum á rehabilitering í Føroyum, herundir um, hvussu verandi rehabilitering virkar og ikki virkar í praksis.

 

Les meira: Skrá fyri almenna fundin um rehabilitering í Føroyum

Les meira: Lýsing av almenna fundinum um rehabilitering í Føroyum

 

Sambandsflokkurin

 

Greinar:

 

Les meira: Almennur fundur: Hvussu skipa vit rehabiliteringsætlanir í Føroyum?

 

Les meira: Ongin samskipari til rehabilitering og ófullfíggjarðar rehabiliteringsætlanir

 

Les meira: Avvarðandi hokna undan arbeiðsbyrðuni

 

Les meira: Óskipað rehabilitering - óhjálpin detta niðurímillum

 

 


RN


Back