Landskassin ógvusligan inntøkuvøkstur frá fiski- og alivinnuni

13. oktober 2018


Gongdin seinastu 8 árini í inntøkunum frá fiski- og alivinnuni er tann, at hesar inntøkur eru vorðnar ein alt meira týðandi partur av inntøkugrundarlagi landskassans og harvið føroyska vælferðarsamfelagnum. Samtundis eru krøvini til leiðslu og stýring av landskassabúskapinum vorðin harðari, serliga tí, at tilfeingisinntøkur eru óvissar inntøkur


Inntøkulop frá fiski- og alivinnuni

Í tveimum umførum seinastu árini havi eg sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, skrivligar fyrispurningar fyri at fáa greitt at vita, hvussu stór samlaða inntøkan frá fiski- og alivinnuni til landskassan hevur verið nógvu seinastu árini.

 

Inntøkusløgini eru: Felagsskattur, kapitalvinningsskattur, uppboðssøla, avgjald á fiskatilfeingi og loyvisgjald (tøkugjald) á alivinnu.

 

Heilt frá 1997 og fram til 2010 fór samlaða inntøkan ongantíð upp um 30 mió, men síðani 2011 er samlaða inntøkan til landskassan økt munandi:

 

Í 2010 tilsamans   29 mió. kr.

Í 2011 tilsamans 194 mió. kr.

Í 2012 tilsamans 140 mió. kr.

Í 2013 tilsamans 273 mió. kr.

Í 2014 tilsamans 377 mió. kr.

Í 2015 tilsamans 407 mió. kr.

Í 2016 tilsamans 705 mió. kr.

Í 2017 tilsamans 789 mió. kr.

 

Kelda: Tøl frá Fíggjarmálaráðnum. Egin uppseting av grafikki.

 

Myndin omanfyri vísir m.a., hvussu knappliga inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni vaksa í 2011 og hvussu skjótt árligu inntøkurnar síðan vaksa og floyma inn í landskassan, nærmast á hvørjum ári. Serliga stórur er inntøkuvøksturin í 2016 - eitt inntøkulop uppá yvir 70%.

 

Hesar sera stóru upphæddir eru komnar beinleiðis í landskassan, men vit skulu minnast til, at umframt tað, at landskassin hevur fingið nógvan pening, so hava kommunukassarnir eisini fingið sín góða part í øktum felagsskatti og øktum persónsskatti av nógv økta virkseminum, sum hesar vinnur hava skapt í Føroyum. Og so skulu vit heldur ikki gloyma, hvussu stórir ringvirkningarnir eru av hesum vinnum kring landið - teir eiga ikki at undirmetast.

 

Góðir og støðugir vinnukarmar

Vit vita øll, at tað gongur væl í fiski- og alivinnuni í løtuni, og vit síggja í omanfyri nevnda yvirliti, at vinnurnar báðar hava lagt nógv eftir seg í landskassan seinastu árini. Tølini tala greitt.

 

Flestu fólk - eg sjálvur íroknaður -  halda tað vera rímiligt, at vinnan leggur nakað eftir seg beinleiðis í landskassan - og sjálv hevur vinnan einki ímóti hesum.

 

Tann brennandi spurningurin er altíð, hvussu nógv er rímiligt, at vinnan skal leggja í landskassan?

 

Her ber ikki til at seta eina ávísa upphædd á, men sum meginreglu eiga vit m.a. at hava fyri eygað at:

 

- Føroyska fiski- og alivinnan eigur ikki at hava verri skattlig viðurskifti enn kappingarneytar okkara uttan úr heimi – helst betri

- Fiski- og alivinnan eiga at fáa góðar og støðugar umstøður, so m.a. íløguætlanir kunnu leggjast og fremjast

- Tað eigur ongantíð at verða tørvurin á fíggjarlógini, sum avgerð, hvussu nógv hesar vinnur skulu gjalda í landskassan

 

Megna vit hetta, og tað eigur at bera til, so fær vinnan góðar umstøður, og  landskassin fer framhaldandi at fáa sín góða part frá hesum vinnum. Verður rætt atborið, so verða landskassans inntøkur frá fiski- og alivinnuni framhaldandi ein grundarsteinur undir føroyska vælferðarsamfelagnum.

 

Hinvegin, so ber til at siga, at um ikki rætt verður atborið, so fer tað at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri alt tað føroyska samfelagið.

 

Støðan í dag

Skatta- og avgjaldsskrúvan verður alsamt meira og meira táttað.

 

Uppaftur meira skal fáast inn frá fiski- og alivinnuni og eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019, so heldur hendan tátting fram og sær ikki út til at steðga.

 

Hetta er ein stór vandakós, tí hesin skatta- og avgjaldspolitikkur gongur beint ímóti meginreglunum, sum eg nevni omanfyri.

 

Her má broyting koma í, og tað ongantíð ov skjótt.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back