Spyr enn einaferð um lønina hjá sjómonnum

8. november 2018


Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, roynir nú aftur at fáa svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um lønarviðurskiftini hjá sjómonnum


”Kann landsstýrismaðurin vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi til nakran, sum ikki rindaði skipara og manning løn samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg?” Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Høgna Hoydal, landsstýrismann í einum § 52a fyrispurningi.

 

Í lógini um sjófeingi stendur í § 51 stk. 2, at árenn fiskiloyvi verður latið, skal tann, sum søkir um fiskiloyvi, vátta, at skipari og manning verða lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.”

 

Helgi Abrahamsen hevur fyrr spurt Høgna Hoydal, um hann kundi vátta, at einki fiskiloyvi er latið sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, uttan so at tann sum søkti um fiskiloyvi, fyrst hevði váttað, at skipari og manning á fiskifari í tí ávísa fiskiskapinum vórðu lønt samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg. Landsstýrismaðurin hevur svarað, at við einum undantaki, eru hesar váttanirnar fingnar til vega, áðrenn fiskiloyvini vórðu latin.

 

Men spyrjarin er ikki nøgdur við svarið, tí tað at váttan er fingið til vega nýtist ikki at merkja, at manningin veruliga verður lønt sambært sáttmálunum. Tí spyr hann nú landsstýrismannin meira ítøkiliga um skipari og manning á skipum sum hava fingið fiskiloyvi verða lønt samsvarandi sáttmálum við manningarfeløgini.

 

Løgtingsmaðurin spyr eisini, um landsstýrismaðurin metir, at tað er í samsvari við lógina um sjófeingi, um skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, ikki eru løntir í samsvari við sáttmálar við føroysk manningarfeløg?

 

Hann spyr eisini hvørjar avleiðingar tað fær fyri ávikavist tey, sum hava fingið loyvi, og tey sum hava útskriva loyvi, um lógin hesum viðvíkjandi ikki er fylgd.

 

Fyrispurningar av hesum slagnum skulu verða svaraðir innan 10 yrkadagar.

 

Helgi Abrahamsen

tlf. 749048


RN


Back