Kaj Leo spyr um innlegging av børnum saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum

12. november 2018


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um innlegging av børnum saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Kann landsstýriskvinnan greiða nærri frá:

 

1. Er tað rætt, at børn nýliga hava verið innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum?

 

2. Hvørji ítøklig tiltøk eru sett í verk seinastu tíðina ella í 2018, fyri at bøta um umstøðurnar hjá børnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum?

 

Viðmerkingar

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað hevur áður verið ført fram, at børn verða innløgd á Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum saman við vaksnum, hóast tað av fakfólkum verður frárátt at gera tað og í okkara nærmastu grannalondum verður hetta ikki gjørt.

 

Løgtingsins Umboðsmaður nevnir í Frágreiðing frá eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum 20. oktober 2016 fylgjandi: “Undir eftirlitsvitjanini varð upplýst, at eitt barn yngri enn 15 ár var innskrivað á opnu eindini á P40, tað vil siga saman við vaksnum.”

 

Tað, sum verður nevnt 'avskerming' og foreldrainnlegging, er ikki nøktandi og eigur ikki at verða góðtikið í einum framkomnum, demokratiskum samfelag, sum gevur seg undir Altjóða Mannarættindasáttmálan.

 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað vísir seg framvegis at verða stórur tørvur á betringum og menning á hesum økinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back