Bárður spyr løgmann um CPR-nummur til føroyingar

13. november 2018



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

 

 Fyrispurningur um CPR-nummur til føroyingar, settur Løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1. Ætlar løgmaður, at gera tað møguligt hjá føroyingum at fáa sær CPR-nummur í Føroyum, soleiðis at tey sleppa frá at møta upp í eini danskari kommunu?

 

2. Hvør er orsøkin til at onki er hent síðan 2016?

 

3. Hevur løgmaður ætlanir um at taka málið í egnar hendur, um avvarðandi landsstýrismaður ikki vil avgreiða málið?

 

Viðmerkingar

 

Um føroyingar fáa møguleikan at fáa CPR-nummur í Føroyum, vildi tað lætt munandi um hjá fleiri bólkum í samfelagnum. Eitt nú, tá lesandi skulu søkja um upptøku, bústað, lestrarstuðul, barnaansing vm., og tá føroyingar, ið hava pensjón í donskum feløgnum, tað kunnu verða sjúkrasystrar, útisiglarar vm. Harumframt eru fleiri praktisk viðurskifti, ið høvdu verði munandi lættari, um hetta varð fingið uppá pláss.

 

Nýggja tíðin, har samskift verður meir og meir við elektroniskum miðlum, setur krøv til skipanir og smidligar mannagongdir á øllum økjum.

 

Tíðin krevur, at vit seta reglur í verk fyri almennar stovnar og privatar fyritøkur, fyri at verja persónsupplýsingar og tryggja, at bert tann rætti viðkomandi hevur atgongd til sínar upplýsingar og ongin annar.

 

Borgarin merkir hetta, sum eina forðing í dagliga samskiftinum við almenna myndugleikan, og eisini tá samskift verður um onnur persónlig viðurskifti. Fyri at lætta um hetta samskifti, er tað ein politisk ábyrgd, at vit gera skipanirnar so smidligar sum tilber.

 

Danska stjórnin kom longu í 2016 við einum uppskotið um, at føroysku kommunurnar kundu fáa heimild at útflýggja CPR-nummur og NemID, men enn er onki svar komið til hetta uppskot úr Føroyum.

 

Um tað veruliga er soleiðis, sum tað kom fram í Fólkatinginum, at tjóðskaparkenslur eru forðingin fyri at føroyingar fáa eina skilagóða og smidliga loysn á hesum, eigur løgmaður at taka málið í egnar hendur.


Á Løgtingi, 13. november 2018

 

 

Bárður Nielsen, løgtingsmaður


RN


Back