Løgmaður noktar føroyingum atgongd til talgilda heimin av nationalistiskum orsøkum

30. november 2018



Vit skulu sjálvandi gera smidligar skipanir millum londini, ið betra um frælsi hjá føroyingum. Tí skal málið um CPR-nummur loysast so skjótt Sambandsflokkurin kemur til valdi.

 

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur spurt løgmann um føroyingar skulu hava møguleikan at útvega sær CPR-nummur.

 

Soleiðis kann tað gerast nógv høgligari hjá føroyingum, eitt nú lesandi, sum søkja upptøku á universitetum, føroyingar sum hava pensjón í donskum feløgum, og ikki minst  sjúklingar, ið skulu til Danmarkar í viðgerð.

 

Løgmaður staðfestir í svarinum, at hann liggur undir fyri Tjóðveldi og Framsókn. Teir vilja skapa ein trupuleika sum ikki er til, við at nokta fyri, at føroyingar kunnu fáa CPR-nummur, hóast hetta hevði lætt munandi um hjá teimum, ið eitt nú skulu hava viðgerð uttanlands.

 

Hetta er alt av misskiltum nationalistiskum orsøkum, tí er tað undrunavert at løgmaður ikki vil taka málið í egnar hendur. Sirið Stenberg liggur í buktini og er harðliga ímóti CPR-numrum. Løgmaður vil einki gera.

 

Tað er langt síðani at Lars Løkke Rasmussen játtaði, at føroyingar kundu fáa CPR-nummur. Hetta var longu í 2016, men síðani hevur Sirið Stenberg ligið á málinum. Hetta er ein gøla, tí føroyingar høvdu fingið fyrimunin.

 

Álagt er land, kommunum, stovnum og fyritøkum at samskifta talgilt, men Løgmaður vil ikki lata borgarunum eina ókeypis og ópolitiska skipan, ið ger talgilda samskifti hjá føroyingum nógv lættari. Tí skal málið um CPR-nummur loysast so skjótt Sambandsflokkurin kemur til valdi.


RN


Back