Bústaðarpolitikkur í Tórshavn - tørvur á bústøðum til øll

10. desember 2018


Tórshavnar Kommuna og okkara høvuðsstaður hevur stórar trupulleikar og avbjóðingar á bústaðarøkinum. Meginparturin av tilflytingini til Føroya úr útlandinum sæst aftur í høvuðsstaðnum, og tí er trýstið har serliga stórt og harvið tørvurin á loysnum og byggiverkætlanum. Í nógv ár hava vit kent støðuna og gongdina, men politiskt er gjørt alt ov lítið at finna hóskandi bústaðarloysnir


Bústaðartørvurin í Tórshavn

Politiska skipanin, land og kommunur, ynsktu desperat at fáa føroyingar at flyta heim til Føroya eftir fíggjarkreppuna í 2008, men tað vísti seg skjótt ikki at verða hóskandi bústaðarpláss til tey, sum valdu at flyta. Samstundis er eftirspurningurin eftir ymiskum sløgum av bústøðum grundleggjandi broyttur seinnu árini.

 

Tórshavnar Kommuna hevur gjørt nakrar tørvsgreiningar av bústaðartørvinum í kommununi - hetta sæst í bústaðarpolitikkinum hjá kommununi, sum varð samtyktur 20. juni 2018. Mett verður, at tørvurin er hesin:

 

- 240 íbúðir, áðrenn 2022

- 60 lestrar- ella ungdómsíbúðir, áðrenn 2022

- 400 íbúðir afturat, áðrenn 2030

- 200 lestrar- ella ungdómsíbúðir afturat, áðrenn 2030

 

Sagt verður, at ynskiligt er, at ein stórur partur av hesum verða leigubústaðir. Føroya Bústaðarfelag, ella Bústaðir eru í fer við fleiri leigubústaðir, men kommunan ynskir, at onnur í privatu vinnuni eisini bjóða seg fram at gera leiguíbúðir. Føroya Bústaðafelag hevur heldur ikki orku og møguleika at nøkta allan bústaðartørvin í Tórshavn.

 

Talan er um ein tørv á ymiskum sløgum av bústøðum og málbólkum:

 

Bústaðarsløg:

- Leiguíbúðir

- Eigaraíbúðir

- Lutaíbúðir

Málbólkar:

- Íbúðir til ung lesandi

- Íbúðir til vanlig fólk og familjur

- Íbúðir til eldri/ pensjónistar

- Íbúðir til einligar mammur/ pápar við børnum

- Íbúðir til fólk, sum bera brek

- Aðrir málbólkar

 

Talan er um samfelagsbólkar, sum hava í miðal og undir miðal í inntøkum. Tørvur er við øðrum orðum á stórari nýhugsan á føroyska bústaðarmarknaðinum.

 

Uppgávan at skipa, planleggja og fíggja bústaðir í Føroyum, og serliga Tórshavn, er at slíkum slag og vavi, at tað onkursvegna skal stór orka og greiðir formligir karmar gerast frá almennari politiskari síðu. Formligir karmar og skipanirnar at leiða og stýra bústaðarmenningini vanta, byggiorka vantar og viljin til fígging er ov lítil.

 

Bústaðartørvurin í Tórshavn er av slíkum slag, at tørvur er á loysnum uppá stutt sikt, millumlangt sikt og uppá longri sikt.

 

Viðmerkjast kann, at bústaðartørvurin í Føroyum hevur gjøgnum allar tíðir fylgt búskaparligu gongdini í samfelagnum. Hetta merkir, at vit tí skulu vera varin við ikki at byggja ov nógvar bústaðir ella byggja skeivt slag av bústøðum - og ikki seta í verk nakrar panikk- ella hovsaloysnir.

 

Bústaðarpolitikkur - visjón og mál hjá Tórshavnar Kommunu

Fyri 15 árum síðani var bústaðarbýtið ógvuliga einstáttað í Tórshavnar Kommunu. Samlaða talið á búeindum var umleið 5.500, og lutfallið var 95% sethús og 5% íbúðir.

 

Í dag eru umleið 72% sethús, 17% tví- og raðhús, 7% eigaraíbúðir, 3% lestraríbúðir og 1% leigubústaðir - sí myndina niðanfyri.

 

 

Visjónin hjá Tórshavnar Kommunu á bústaðarøkinum er, at “Allir borgarar í Tórshavnar Kommunu skulu hava møguleika at búgva í einum tíðarhóskandi bústaði í einum virknum høvuðsstaði við fjølbroyttari fólkasamanseting”.

 

Málið hjá kommununi á bústaðarøkinum er:

 

- Fleiri leigubústaðir

- Privat feløg við til at reisa leiguíbúðir

- Umferð í bústaðarmarknaðin

- Borgarar seta búgv í eigarabústøðum

- Ung støðast í høvuðsstaðnum

 

Les meira:  Bústaðarpolitikkur - Tórshavnar Kommuna

 

Tórshavnar Kommuna sær út til við hesum bústaðarpolitikkinum at vera á rættari leið á bústaðarøkinum.

 

Fólkavøkstur og bústaðarmenning hongur saman

Vit kunnu ikki bjóða føroyingum at flyta til Føroya ella høvuðsstaðin og síðan venda bakið til og halda, at tørvurin á bústøðum verður loystur av marknaðinum bara.

 

Tað gerst eisini alt greiðari, at tørvurin á bústaðum er fullkomuliga ymiskur frá málbólk til málbólk.

 

Tað, sum nú krevst er at flyta seg frá vøkrum visjónum og orðum til handling - og leggja nakrar langtíðarætlanir við einari uppraðfesting av bústaðarmenning.

 

Johan Dahl

 

Greinar:

 

Les meira: Bústaðarpolitikkur og bústaðarmentan í Føroyum


RN


Back