Samgongan sagt nei til hækking í grundarupphæddini til pensjónistar

13. desember 2018



Eftir drúgva politiska viðgerð í Løgtinginum í dag, so fall uppskotið frá Sambandsflokkinum um at hækka grundarupphæddina til fólkapensjón, endalig.

 

Sambandsflokkurin harmast um, at tað ikki eydnaðist at tryggja pensjónistunum upprunaligu grundarupphæddina - ein pensjón, sum gjøgnum allar tíðir hevur verið fatað sum ein sosial sátt millum ættarlið.

 

Vit ætla ikki at gevast í hesum málinum, og tá Sambandsflokkurin kemur aftur í landsins leiðslu, fer flokkurin at virka fyri, at grundarupphæddin til fólkapensjónir kemur á sama støðið sum áður.

 

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back