Bretland hevur brúk fyri okkum

12. januar 2019


Landsstýrið skal brúka møguleikan nú Bretland er gyrt í brøkur av Brexit. Hetta er møguleikin hjá Føroyum, at fáa eina veruliga fríhandilsavtalu og tryggja okkum fiskiveiðumøguleikar í bretskum sjógvi


Nú Brexit verður avgjørt komandi dagarnar boðar landsstýrismaðurin frá, at hann fer at mæla til at seta galdandi ES-sáttmála í gildi við Bretland. Hetta er als ikki nøktandi, tí sáttmálin við ES er ein forðing fyri víðari menning av okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni.

 

Løgtingið hevur í 2016 – einmælt – samtykt uppskotið hjá Sambandsflokkinum um, at landsstýrið skal fara í samráðingar við ES um fría atgongd til ES-marknaðin. Tá kann inntjeningin til Føroya økjast, nýggj arbeiðspláss skapast og vælferðin tryggjast.

 

Vit skulu gera Føroyar ríkari við at útvega føroyskum fyritøkum veruligan fríhandil. Tá fara Føroyar at útflyta matvørur heldur enn rávøru, og tá kann útflutningsvirðið økjast munandi.

 

Landsstýrið eigur at halda seg til tað, sum Løgtingið hevur avgjørt.
 

Størsta orsøkin til stóra búskaparvøksturin í heiminum og her hjá okkum er samhandil, vitanardeiling og frælsur kapitalur.

 

Sambandsflokkurin vil altíð arbeiða fyri einum frælsum og nýmótans samfelagi, har borgararnir hava heimsins størsta frælsi í heimsins besta samfelag.

 

Um avtalan við Bretland er avrit av ES-avtaluni, so verður einki broytt, og føroyskar fyritøkur skulu – akkurát sum nú – gjalda toll fyri at útflyta matvørur á bretska marknaðin.

Bárður Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back