Tíðin er komin at útskriva val

24. januar 2019



Vit nærkast nú einum fullkomnum politiskum ruðuleika við hesari samgonguni.

 

Vit føroyingar krevja valdið aftur til føroysku fólkavaldu politisku skipanina, har fólkið velur flokkar og politikarar, sum eru førir fyri at stýra landi okkara á ein demokratiskan hátt, og ikki misbrúka demokratið til valdmisnýtslu.

 

Tað er ófrættakent, at bara 3 fólk stýra Føroyum anno 2019.

 

Hvørja ferð Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kasta saman er ruðuleiki í politisku skipanini, og nú við tí sokallaða liberalistiska Framsókn, sum er farin at líkjast meira og meira tí danska Eindarlistanum, so uttarliga liggur hann á vinstravonginum.

 

Allar demokratiskar fólkaræðisligar mannagongdir verða skúgvaðar til viks fyri at yvirliva og varðveita politiskt vald, hettar er ódámligt og ófrættakent.

 

Veljarin og fólkið vil hava fólkaræði aftur í politisku skipanina, sum vit føroyingar hava havt og ynskja at varðveita.

 

Landskassin og skattgjaldarin bløða hvønn dag. Pengarnir fossa úr felagskassanum, tí man keypir sær vald hvønn dag, frá teimum, sum ikki duga at ganga í takt, men eru sjálvsøkin meira enn onnur.

 

Fólkaræðið er sett til viks, fíggjarnevndin tikin til gýsla - alt rekur fyri vág og vind, sum ikki einaferð við Javnarflokkinum á odda, ein flokkur, sum hevur ilt við at vera stjórnarberandi.

 

Hesi vóru tey, sum siga seg vera vald til at fáa álit aftur á politisku skipanina - eg meini tað!

 

Latið nú veljaran sleppa at rudda upp í politisku skipanini og skrivið út val sum skjótast.

 

Annfinn Brekkstein


RN


Back