Nú skal varpast ljós á miðstøð fyri diabetes

31. januar 2019


Í morgin verður atkvøtt í Løgtinginum um ein skrivligan fyrispurning (§ 53) frá mær til Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, viðvíkjandi “Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum.” Fyrispuringurin og eftirflygjandi politiska viðgerðin í Tinginum skal varpa ljós á innihaldið í hesum málinum


Tað er nógv løgið, sum er farið fram í málinum um eina umsókn og tilboð frá Novo Nordisk grunninum til føroyskar heilsumyndugleikar, um at stovna eina miðstøð fyri diabetesviðgerð í Føroyum.

 

Málið er so mikið álvarsligt, at roynt verður nú at fáa Tingið upp í leikin at finna út av, hvat veruliga er hent í hesum málinum og hví landsstýriskvinnan hevur avvíst umsóknina.

 

Sakligu og fakligu grundgevingarnar halda ikki fyri at avvísa umsóknina og politisku grundgevingarnar minna mest um tjóðskaparligar grundgevingar.

 

Vónandi atkvøður Tingið fyri, at landsstýriskvinnan í heilsumálum skal svara mínum fyrispurningi, og at svarið eftirfylgjandi verður viðgjørt av okkara løgtingsfólkum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back