Føroyar fastan lim í Uttanríkispolitisku nevndina

1. februar 2019



Tørvur á størri politiskari ávirkan úr Føroyum

Føroyar eru eitt ógvuliga opið samfelag upp á nógvar ymiskar mátar - vørur, tænastur, arbeiðsmegi og kapitalur, sum ferðast um nógv landamørk í Europa og onnur lond.

 

Vit eiga sum tjóð at hava størri ræði á málum, sum viðkoma okkum sjálvum og sum vit hava førleika og vitan til at arbeiða við og loysa.

 

Tí er tørvur á einari modernisering av Ríkisfelagsskapinum, har roynt verður at gera upp, hvat virkar og ikki - og royna at geva felagsskapinum eitt innihald, sum er nútíðarsvarandi og kann taka ímóti framtíðar avbjóðingum.

 

Beinleiðis ávirkan á uttanríkis- og verjupolitikk

Tað vildi sjálvandi verið hóskandi, at eitt av føroysku fólkavaldu umboðunum varð fastur limur í Uttanríkispolitisku nevndini á Fólkatingi, t.d. í eitt 2 ára skeið á gangin.

 

Hetta hevði verið eitt stig á vegnum til enn størri sjálvræði á uttanríkispolitiska økinum.

 

Uttanríkispolitiska nevndin hevur stóran týdning í Fólkatinginum og hevur uttanríkis- og verjupolitikk sum sítt málsøkið. Eitt av stóru, og fyri Føroyar viðkomandi, málunum hjá nevndini, er hvat skal henda í Arktisøkinum.

 

Lat okkum menna við skili, málrættað og stig fyri stig.

 

Hetta er upplagt eitt mál, sum eitt nýtt umboð frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, kundi arbeitt við og fingi politiska undirtøku fyri.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back