Fólkavøksturin byrjaði undir undanfarnu samgongu

5. februar 2019



"Til seinasta løgtingsval hevði Javnaðarflokkurin sum aðalmál at betra um trivnaðin í Føroyum. Vit vildu venda fráflyting til tilflyting...” Soleiðis byrjar teksturin í eini lýsing, sum Javnaðarflokkurin sendi í miðlarnar undan jólum.

 

Nevnd vórðu nøkur átøk, sum flokkurin hevði gjørt fyri at venda gongdini, og eitt, tvey, trý, so vaks fólkatalið. Meðan vit høvdu nettofráflyting undir undanfarnu samgongu á næstan 700 fólk (sum svarar til fólkatalið á Skála), so kundi Javnaðarflokkurin nú vísa á, at hendan samgongan hevði havt nettotilflyting á 1.811 fólk (sum svarar til fólkatalið í Sunda kommunu).

 

”Eina Sunda kommunu afturat - ella eitt Skála minni. Tað er munurin,” skrivaði Javnaðarflokkurin.

 

Veruligu tølini siga nakað annað

Eg havi einki ímóti at politiskir flokkar royna at vera skemtiligir, men onkuntíð kann tað blíva í so pínligt.

 

At billa sær inn, at fólk í hópatali vilja flyta til Føroya og seta fleiri børn í verðina, bara tí at Aksel V. Johannesen nú er løgmaður, er at fara í so lætt um sannleikan.

 

Tølini fyri fráflyting, tilflyting og burðaravlop eru øll at finna á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya. Har stendur svart uppá hvítt, at fólkatalið í Føroyum byrjaði spakuliga at vaksa í 2013, og ferð kom á vøksturin í 2014. Tí var ikki neyðugt hjá sitandi samgongu at venda fráflyting til tilflyting. Tann gongdin var longu vend, áðrenn tey tóku við landsins leiðslu.

 

So míni ráð til Javnaðarflokkin skulu vera: Verið endiliga skemtilig - men brúki røtt tøl.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Back