Pensjónsaldurin hjá arbeiðandi fjøldini skal ikki hækka!

7. februar 2019



Eg haldi tað rætta hevði verið at lækka pensjónsaldurin hjá arbeiðandi fjødini. Hesi fólkini slíta seg upp gjøgnum árini, og nógv mugu fara frá vegna slit. Tey sum eru nóg heppin skulu slítast til tað síðsta. Ár 2025 og 2030 skal pensjónsaldurin hækka, fyrst uppí 67,5 ár og síðani upp í 68 ár.

 

Tað verður ikki tikið hædd fyri at arbeiðarin slítist við sama lag. Gott medisin leingir um lívið ja, men hvat fyri lív er tað at ganga lamin og í ringasta føri vera seingjarliggjandi og taka pínustillandi í 20-30 ár eftir pensjónsmarkið?

 

Hyggja vit eftir hvat hesi fólkini gera, og hvørjar førleikar tey missa gjøgnum árini, so eru tað fleiri. Luktisansin og hoyrnina missa fleiri fólk har olja, sterk máling og nógvur larmur er, eitt nú á eini smiðju ella í einum maskinrúmi.

 

Eyguni kunnu eisini taka skaða við at rusk kemur innundir trygdarbrillurnar, og ein gløðandi spón kann skjótt gera stóran skaða.

 

Gikt og slit er eisini ein stórur trupulleiki hjá nógvum arbeiðaranum, millum annað hjá flakakvinnum, heilsuhjálparum, landingarmonnum og sjómonnum.

 

Hetta er tað, tey mugu liva við, og einki far mann afturfyri. Jú, eina hjartans tøkk fyri innsatsin og ein hækkaðan pensjónsaldur. Óviriligt sigi eg bara.

 

Hvør er tað sum gerð hesar lógirnar? Tað eru tey væl lisnu, høgt útbúnu sum sita inni í hitanum við ein telduskíggja og arbeiða, tey eru ikki útsett fyri nøkrum vandum á kontórinum. Har missa tey ongar fingrar.

 

Góðu umstøðurnar hava tey eisini væl fortjent, men eg meini so við, tað kann ikki vera meiningin, at ein niðurslitin sjómaður skal pensioneraðst samstundis sum ein kontórmaður, arbeiðini kunnu ikki samanberast.

 

Løgtingið er mannað av akademikarum. Arbeiðarin og handverkarin hava ongan at umboða seg, tí vil eg bjóða meg fram til komandi løgtingsval sum valevni fyri Sambandsflokkin.

 

Hans Marius E. Høgnesen



Back