At uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum

22. februar 2019



Landsstýrið er komið við uppskoti um at broyta lógina fyri Realin. Hetta kann ikki annað enn sigast at vera ein roynd at uppfinna djúpa tallerkerin av nýggjum, og sum er í brúk.

 

Longu í 2009/ 2010 fekk eg sum landsstýrismaður skipa soleiðis fyri, at føroyskar fyritøkur, kunnu fáa útflutningskreditt gjøgnum danska Eksport Kreditfonden, nevndur EKF. Hetta er ein skipan, sum landsstýrið nú næstan 10 ár aftaná, ætlar at uppfinna umaftur. Ei undur í, at vinnan við Vinnuhúsinum á odda ikki sigur seg hava tørv á hesum.

 

Tað átti at veri rættuliga einfalt, at tað ikki er neyðugt hjá okkum at finna uppá skipanir, sum vit longu frammanundan hava góða atgongd til, hetta umvegis okkara góða samstarv í Ríkisfelagsskapinum. 

 

Sum borgarar í Ríkisfelagsskapinum hava bæði vit og og vinnulív okkara rættindi, sum vit sjálvsagt eiga at gagnnýta landinum at frama.

 

Enn einaferð hevur Ríkisfelagsskapurin prógvað sítt virðið.

 

Umframt EKF hevur vinnan eisini aðrar tryggingarmøguleikar sum t.d. Atradius, sum er spesialiserað í at veita debitortrygdir til útflytarar - so at fara at áleggja Realinum hesa nýggju og heilt øðrvísi uppgávu, gevur ikki meining.

 

Lat Realin gera tað, sum Realurin skal ella er settur í verðina til, nevniliga at fíggja skip og aðrar flótandi eindir. 

 

Tað er heldur ikki so lítið tankavekjandi, at núverandi samgonga ikki er komin longur enn til 2009.

 

Johan Dahl


RN


Back