Tørvur á fiskimannaskúla

22. februar 2019


Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í skúlamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um at seta á stovn ein fiskimannaskúla. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Verður arbeitt við at fyrireika ein fiskimannaskúla í Føroyum?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at beint fyri jól í 2018 skrivaði Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingmaður av Toftum, eina sera áhugaverda og beinrakna grein í bløðunum við heitinum: Neyðugt er við fiskimannaskúla.

 

M.a. verður í greinini greitt frá gongdini og broytingini hjá fiskimanninum upp gjøgnum tíðirnar, fram til dagin í dag. Frá at “føroyingar eru føddir við ár í hond” til, at nú fer ungdómur næstan ikki í bát longur.

 

Veruleikin er, at lítil og eingin tilgongd er ímillum ungdómin longur til at gerast fiskimaður, og verður ikki sett við, so endar galið. Fyrr varð sett við á tann hátt, at flestu dreingir fóru til skips aftan á 14 ára aldur, og har vórðu teir so upplærdir til alt, sum hevði við fiskiskap og hagreiðing av fiski at gera og harumframt upplærdir til góðan sjómansskap.

 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at nú tíðin er farin frá gamla viðsetingarmynstrinum, so er spurningurin, hvat so er at gera. Her er tað, at hugskotið um at stovnseta ein fiskimannaskúla í Føroyum kemur, har dentur eigur at leggjast á bæði tann yrkisliga og tann bókliga førningin  Fyrireikingarnar til eitt lógarvek kundu m.a. verið gjørdar í samstarvi millum Mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Útróðrarfelagið, Fiskimannafelagið, Reiðarafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Motorpassarafelagið.

 

Mín áhugi er at frætta, hvørt Mentamálaráðið hevur loftað hesum góða hugskoti og er farið at arbeiða við at fyrireika ein fiskimannaskúla.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back