Aftur ein rokning til Føroya fólk og asosial politisk raðfesting

23. februar 2019



Lógaruppskot og rokning uppá 4,5 mió. kr. árliga

Tað fer at kosta 4,5 mió. kr. árliga at yvirtaka vitarnar í Føroyum og tilhoyrandi tænastur, umframt annað, sum kemur seinni, tænastuíbúðir hjá statinum, viðlíkahald, starvsfólk og annað. Hetta vóru tíðindini í Útvarpinum um morgunin 22 feb., kl. 7.

 

Lógaruppskot er sent í Tingið, men hoyringsfreistin er stutt, varð sagt. Uppskotið skal longu leggjast fram týsdagin 26. feb.  

 

Málið stóð heldur ikki í samgonguskjalinum varð sagt.

 

Rokningin til Føroya fólk uppá 4,5 mió. kr. um árið er góðkend av Javnaðarflokkinum.

 

Hetta vóru so tíðindini í Útvarpinum, sum vit vaknaðu við henda morgunin.

 

Neyðarróp frá sálarsjúkuøkinum

Kvøldið fyri tann 21. feb., áðrenn vit fóru til songar, vísti Sjónvarpið sending, har leiðarin á sálarsjúkudeplinum og landsstýriskvinnan fyri Javnaðarflokkin í sjónvarpinum kærdu sína neyð um tey sálarsjúku, tí útreiðslurnar við yvirtøkuni fylgja ikki við játtanarliga.

 

Yvirtøkan, sum varð gjørd  fyri nógvum árum síðan, var orsøkin til ringa standin hjá teim sálarsjúku, tí játtanin til økið hevði ikki fylgt við tørvinum.

 

Landsstýriskvinnan hevði vónað at fáa einar 4 mió. kr. afturat um árið og vónaði tað besta. Men tørvurin var nógv størri skiltist, Sálarlæknin og landsstýriskvinnan vildu umframt, at møguleikin at senda fólk aftur til Danmarkar skuldi standa opin.

 

Asosialar politiskar raðfestingar

Hetta fortelur okkum týðuliga um politisku raðfestingina hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum.

 

Yvirtøkur koma fram um alt - pengar ella tað at fáa yvirtøkur at virka, hevur ongan týdning og vælferðin hjá fólkinum hevur onga raðfesting afturímóti yvirtøkum.

 

Niðurstøðan er eisini, at Javnaðarflokkurin gongur við til alt, sum Tjóðveldi setur uppá.

 

Tað hevur heldur ongan týdning, um tað stendur í samgonguskjalinum ella ikki, og tí er í veruleikanum ongin munur á politikkinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.

 

Ikki ti fíggjarábyrgdin fyri føroyska samfelagnum er ein býur í Kina fyri báðar flokkarnar - útreiðslurnar á fíggjarlógini eru eisini hækkaðar við yvir einari milliard í góð 3 ár.

 

So øll síggja, sum vilja, at pengar tá íð tað ræður um yvirtøkur, er bara nakað mann hevur, og raðfestingin til sosialt rættvísi og menning, kemur ikki í nærheitini av yvirtøkuøðini.

 

Hvussu longi fara fólk at góðtaka slíkan óforsvarligan og asosialan politikk?

 

Edmund Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back