Yvirtøkufepur

27. februar 2019



Samgongan er farin í sjálvsving, tá um yvirtøkur ræður.

 

Samgongan er ikki nøgd við “bert” at yvirtaka tey trý málsøkini, sum niðurfeld eru í samgonguskjalinum. Nei, nú skulu fleiri málsøki yvirtakast - afturat -  í ein fart, og higartil vita vit um hesi trý:

 

- Kort- og landmátingarmyndugleikin ( uml. 8,2 mió. kr. um árið)

 

- Landslæknaembætið ( uml. 4,9 mió. kr. um árið)

 

- Sjóuppmerking og vitaverk ( uml. 4,5 mió. kr. um árið)

 

Landsstýrissins metta upphædd til rakstur av hesum “eyka” yvirtøkum er also uml. 17,6 mió. kr. um árið, hvørt ár. Tá avtornar, so koma rakstrarútreiðslurnar uttan iva at liggja millum 25 og 30 mió. kr., helst meir.

  

Vælferðartænastur mangla pengar

Samstundis, sum yvirtikið verður við fullari ferð, so vita vit, at grundleggjandi tænastur til føroyska borgaran ikki virka, sum tær skulu.

 

Hvør veit ikki, at á almannaøkinum eru stórar avbjóðingar. Hvør veit ikki, at samferðslukervið manglar nógvar pengar. Hvør veit ikki, at ov lítið av peningi er avsett til heilsuverkið.

 

Eg kundi hildið fram at reksa upp. Nei, hetta hongur ikki saman.

 

Yvirtaka og yvirtaka, og økja landskassans rakstur, men klára ikki at loysa samfelagsins avbjóðingar í dagligdegnum hjá føroyingum.

 

Skilji tann, ið skilja vil. Eg skilji tað so ikki.

 

Sláið kalt vatn í blóðið

Vælsignaði gevist við hesum yvirtøkum og savnið tykkum um og loysið tær avbjóðingar, sum føroyska samfelagið stríðist við,  hvønn tann einasta dag.

 

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back